Almennu útreiðslur og lánibyrðar eru í fer við at koppa fleiri vestanlond. Og Føroyar liggja ikki aftanfyri nøkur av hesum samfeløgum, hóast vit eru eitt pinkuland sum burdi verið lætt at stýrt. Men tað liggur yvaleyst okkurt undarligt aftanfyri skrævuna, soleiðis at sterkir politiskir leiðarar ikki fáa høvdið fyri seg.
Í tí privatu vinnuni merkir at rationalisera: "At eitt arbeiði ella framleiðsla verður meiri effektiv, soleiðis at útreiðslurnar uppá hvørja framleiðslueind kann minkast". Í tí almenna sektorinum kann hettar ikki merkja tað sama. Har verður tosað um rationaliseringar ár undan árið, meðan útreiðslurnar eru eksploderaðar. Ár 2000 kostaði tað føroyska samfelagið at reka 3.166 mill. kr. Í 2009 kostaði tað 5.223 mill. kr. Framleiðslan hevur ongan verðins møguleika at fylgja við. Hvar fer allur hesin peningur? Til rationaliseringar???
Skilamaðurin Thomas Arabo førdi herfyri fram í bløðunum um skeivleikan við at velja Formyndaraføroyar heldur enn eitt Hugskotføroyar. Og at lógir og reglir bert verða umsettar/kopierarar úr donskum og í kjalarvørrinum av hesum fylgir ein øgilig útreiðsla og umsiting. Er hettar neyðugt? Verður ikki ein óneyðugur tørvur skapaður?
Danmark og Føroyar eru hvør sítt samfelag. Hví skulu vit tá draga danskar reglur og lógir hendanvegin sum eru fullkomiliga óneyðugar? Tað er yvaleyst ein av forkláringunum uppá hendan eksplosiva útreiðsluvøkstur av samfelagnum. Danmark hevur verðinsrekord í almennum lønarútreiðslum. Næstan 20% av BTÚ. Næstur liggur Svøríki. Almennu lønarútreiðslurnar í DK skulu fella við heilum 50 mia. kr. fyri at liggja á sama støði sum Svøríki. Er hattar nakað at kopiera fyri Føroyar? Og hvør skal gjalda hettar uttan skattur og avgjøld?
Ein danskur tíðindamaður skrivaði í einari "klummu" at danskar fyritøkur fluttu arbeiðir til láglønarlond, og fyri at suplera upp fyri hesum seta politikarnir fleiri almenn lønt fólk fyri síðani at seta skattin upp fyri at kunna gjalda lønirnar. Er hettar ikki ein óndur sirkul sum Føroyar eisini eru endaðar í?
Nú uppundir val dregur onkur bruttuskatt ella okkurt líknandi á breddan. Hettar er sami flokkur sum hevur sitið við valdi hesu seinastu nógvu árini. Hví hava teir ikki broytt skattalógina meän teir sót við valdi? Nú er lønarlagið vorðið so forkvakla av skatti, mvg og avgjøldsbyrum at tað skal annað til at upprætta støðuna. Ein reformur av øllum samfelagnum.
Kom mær til hugs at eg má hava fullkomiliga misskilt liberalan/borgarligan politik frá ungum av. Í Danmark hevur í mong ár streymurin av fólki farin í almenn arbeiðir. Ringast var meðan Anders Fogh sat við ræði. Sama skili hevur verið í Føroyum. Mitt í 90-unum var ein danskur byrokratur settur av einum sambandsløgmanni at byggja eina nýggja fyrisiting upp. Úrslitið talar fyri seg. Og tá ein fólkafloksløgmaður kom til fóru útreiðlurnar til himmals. Árini aftaná oystu teir fólk inn í almenn arbeiðir. Hvør leivd av tómum bygningum í Havnini varð stappaður upp við fólki. Útreiðslurnar av sokallaðu miðfyrisytingini hækkaðu frá 1998-2003 við 351 mill. kr.
Vinstra, høgra, borgarligur, liberalur, sosialur, samband, loysing. Alt ein orðavavstur.
Vit eru ikki 50000 fólk í Føroyum. So vælsignaðir skapið okkara egnu fortreytir fyri at búgva og liva í hesum landi.
Norðanfyri Fyllabank í Vesturgrønlandi 22.08.