Tað gekk við rúkandi ferð, tá málini komu. Tað ger tað ofta hjá EB/Streymi, men hesar seinastu dystirnar hevur tað ikki gingið eftir vild. Sundalagsmenn hava tapt tveir landskappingardystir á rað – báðar ferðir í móti feløgum úr høvuðsstaðnum, fyrst í móti AB á Argjum og síðani B36 í Gundadali.
Tað var ikki endiliga tí, at EB/Streymur spældi dreymafótbólt í gjár! Als ikki. Men tað var gott og tað var effektivt. Um væl vildi til, so fingu teir nøkur mál aftrat, men Hans Pauli og Arnbjørn, sum høvdu hvør sín risa kjans, sum ikki fóru í mál, vóru ikki nóg kaldir í avgerandi løtunum.
Men tá tá tú fært trý mál og trý stig, so er eingin orsøk til at klaga – tað gera tey heldur ikki í Sundalagnum. Tvørtur í móti fegnast tey um, at liðið er komið aftur á beint.
Ov fáar streingir
Tað, sum hevur eyðkent EB/Streym hesar báðar síðstu dystirnar undan uppgávuni í gjár, er, at menn sum Hans Pauli Samuelsen, Leif Niclasen og Arnbjørn Hansen ikki hava verið í hopla. Í gjár vóru teir tó aftur har, teir skulu vera. Sjálvandi megnaðu teir ikki at umseta alt til mál, men tað sá munandi betri út, enn tað hevur gjørt teir báðar undanfarnu dystirnar. Hetta er at fegnast um hjá sundalagsfólkum.
Men hyggja vit nærri eftir hagtølunum, so siga hesi greitt at skal EB/Streymur vinna, so skal onkur av hesum trimum leikarum skora. Tilsamans hava teir gjørt 22 av 32 málum hjá EB/Streymi. Bara fýra aðrir leikarar hava skorað fyri EB/Streym í landskappingini, og tað er hugvekjandi, tí í roynd og veru eru tað bara tey bæði botnliðini, 07 Vestur og TB, sum hava eins fáar málskjúttar og EB/Streymur. Hetta eigur at geva – um tað ikki langt síðani hevur gjørt tað – Rúna Nolsøe, venjara hjá EB/Streymi, okkurt at hugsa um.
Tí framgongdin hjá einum liði sum EB/Streymi, eigur ikki at vera tengd at so fáum spælarum. Serliga um vit eisini hava í huga, at verjuparturin eisini hevur haltað bæði áðrenn og eftir, at Egil á Bø vísti seg á vøllinum aftur í nakrar dystir.
Dánjal sannførandi
Tá hetta er sagt, so skulu vit leggja aftrat, at Dánjal Davidsen spældi ein fínan dyst í miðverjuni saman við Marna Djurhuus. Hann hevur havt tað trupult í fleiri dystum, síðani hann kom aftur til EB/Streym, men í gjár hevði hann gott tak á Poul Ingason og Dan Mortensen. Hetta meðan Egil á Bø stóð uttanfyri girðingina og drakk kaffi.
Hinvegin høvdu teir báðir áleypararnir hjá TB, saman við restini av hópinum, ógvuliga trupult við at raka málið. Tað mundu vera ógvuliga fáar ferðir, at teir spældu seg til upplagdar møguleikar – og tá skotið varð, so var tað so at siga ongantíð, at tað endaði innanfyri rammuna.
Heldur ikki brotssparkið, sum Nicholas Deverdics tók sær av, megnaðu teir at umseta til mál, tí René Tórgarð vardi væl fyri.
Ikki nóg gott
- Vit eru ikki nóg skarpir. Hvørki har frammi ella har afturi. Vit høvdu nøkur skot úti frá, men komu ikki til nakrar 100 prosent kjansir, har vit komu heilt inn og vit høvdu heldur ikki nøkur skot, sum vóru innanfyri rammuna. Heldur ikki í verjuni eru vit nóg avgjørdir, so tað er ikki gott nokk, ásannaði Óli Johannesen í sendingini 3. hálvleikur hjá Rás2 eftir dystin.
Arnbjørn Hansen hjá EB/Streymi var hinvegin meiri bjartskygdur.
- HB er nokk farið, men nú tapti ÍF í gjár. So um vit eru hepnir, so kunnu vit røkka einum øðrum plássi, so tað fara vit eftir, segði hann.
rolant@sosialurin.fo