Skattalættin strikast?

Eitt afturvendandi hugtak undir valstríðnum hevur verið ”skattalættin til tey vælbjargaðu”. Vit fáa aftur og aftur at vita, at landsins stýrið veitir skattalætta til tey háløntu, meðan verkamaðurin má svíða.

Samtak, Sosialurin, fleiri valevni til løgtingsvalið o.o. vísa á, at samgongan hevur veitt ein ovurstóran skattalætta til tey háløntu í mun til tey lágløntu, og m.a. Samtak mælir sostatt til, at skattalættin fyri 2008 verður strikaður. Okkurt lesarabræv hevur verið síðstu dagarnar, sum vísir á tað sama. Eg skal ikki taka støðu til, um skattalættin er rættvísur ella órættvísur, ella um hann landsbúskaparliga er skilagóður. Men eg meini, at kjakið í ov stóran mun snýr seg um, at skattalættin rakar sosialt skeivt.

 

Einki verður nevnt um, at landið – samstundis, sum skattalættin varð settur í verk – álegði flestu skattgjaldarum eitt munandi hækkað gjald til samhaldsfasta arbeiðsmarknaðareftirløngargrunnin (eg sigi ”flestu”, tí at fólka- og fyritíðarpensjónistar ikki gjalda arbeiðsmarknaðargjøld). Nettoinntøkan hjá lønmótakarunum er sum kunnugt samansett av løn, landsskatti, kommunuskatti og arbeiðsmarknaðargjøldum. Um skatturin fer til fólkapensjón, sjúkrahús ella samhaldsfasta er fyri tann einstaka borgaran líkamikið – tað er ikki ein gang so frætt, at tá lønmóttakarin fær útgoldið sína løn, at tað sæst, hvat fer í landskassan, og hvat fer í samhaldsfasta. Ein hækking í gjaldinum til samhaldsfasta hevur fyri borgaran júst sama virkna sum ein skattahækking – og í mínum hugaheimi er tað eisini ein skattahækking. At tað so í onkrari skipan hjá Toll og Skatt stendur skrásett til okkurt annað er, fyri meg, eitt feitt. Tí er ikki nøktandi bert at viðgera sosiala órættvísi í landsskattinum, men neyðugt er at hyggja eftir øllum skatta- og avgjaldsbroytingum.

 

Tað er rætt, at tað er ógvuliga avmarkað, hvat láglønt fáa burturúr skatta- og avgjaldsbroytingunum. Men hinvegin at siga, at tað bert eru tey háløntu, sum skúma róman, er ikki heilt rætt. Talvan vísir, at lítil munur er á tí, sum tey miðalløntu og høgt løntu hava fingið burtur úr skatta- og avgjaldsbroytingum tey síðstu 6 árini, meðan tey sera høgt løntu í veruleikanum hava fingið eina skatta- og avgjaldshækking. Tey, sum kanna tølini nærri, síggja, at undanfarna samgonga eisini gav skattalætta – enntá var árligi lættin størri enn tað, sum ABC-samgongan hevur framt. Talvan skal sjálvandi takast við tí fyrivarni, at talan er um nakrar inntøkubólkar, har sæð verður burtur frá øllum vanligum lønarhækkingum. Uttasta kolonnan vísir, hvussu skatta- og avgjaldsbroytingar tey síðstu 6 árini ávirka nettolønina, hjá lønmótakarum.

 

Tey, sum tala ímóti skattalættanum, og sum mæla til at strika skattalættan, eiga eisini at hava eina meining, um hækkaða inngjaldið til samhaldsfasta skal varðveitast. At strika skattalættan og varðveita hækkaða inngjaldi til samhaldsfasta er tað sama sum at áleggja føroyingum eina skattahækking – eisini teimum láløntu.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Løntakarar uttan barnafrádrátt og við miðal kommunuskattaprosenti (sambært www.tollskatt.fo)

Løntakari innt: 150.000

2002

2004

2008

munur02-08

Arbeiðsinntøka

150.000

150.000

150.000

 

Kommunuskattur og kirkjuskattur

25.465

25.357

25.500

 

Landsskattur

22.020

20.360

17.500

 

Arbeiðsmarknaðargj

3.000

2.625

5.055

 

Løn eftir skatt og am-gjøld

99.515

01.658

101.945

2.430

 

 

 

 

 

Løntakari innt: 200.000

2002

2004

2008

munur02-08

Arbeiðsinntøka

200.000

200.000

200.000

 

Kommunuskattur og kirkjuskattur

35.335

35.262

36.125

 

Landsskattur

40.520

35.760

28.000

 

Arbeiðsmarknaðargj

4.000

3.500

6.740

 

Løn eftir skatt og am-gjøld

120.145

125.478

129.135

8.990

 

 

 

 

 

Løntakari innt: 250.000

2002

2004

2008

munur02-08

Arbeiðsinntøka

250.000

250.000

250.000

 

Kommunuskattur og kirkjuskattur

45.205

45.167

46.750

 

Landsskattur

59.020

53.760

38.500

 

Arbeiðsmarknaðargj

5.000

4.375

8.425

 

Løn eftir skatt og am-gjøld

140.775

146.698

156.325

15.550

 

 

 

 

 

Løntakari innt: 450.000

2002

2004

2008

munur02-08

Arbeiðsinntøka

450.000

450.000

450.000

 

Kommunuskattur og kirkjuskattur

84.685

84.787

89.250

 

Landsskattur

133.020

125.760

103.000

 

Arbeiðsmarknaðargj

9.000

7.875

15.165

 

Løn eftir skatt og am-gjøld

223.295

231.578

242.585

19.290

 

 

 

 

 

Løntakari innt: 1.000.000

2002

2004

2008

munur02-08

Arbeiðsinntøka

1.000.000

1.000.000

1.000.000

 

Kommunuskattur og kirkjuskattur

193.255

193.742

206.125

 

Landsskattur

336.520

323.760

287.250

 

Lækking av skatti við hámark

-29.775

-17.502

-

 

Arbeiðsmarknaðargj

20.000

17.500

33.700

 

Løn eftir skatt og am-gjøld

480.000

482.500

472.925

-7.075