Skilja havnarfólk bara barnamál?

Mong ógvast við av plak­at­u­m, sum eru klistraðar upp á bý­­buss­ar­nar í Havn. Sum skilst er talan um eina kam­panju, sum hevur til enda­máls at fáa fólk at koyra buss.

Men er tað veruliga neyð­ugt at bera ein so ein­fald­an boðskap fram við so ván­a­lig­um málburði?
Tey stava »buss« við fýra s'um, og aftast á bussinum stend­­ur: »Lova bussinum út« – skriv­að á ban­al­um barn­a­máli.
Tá Ferðslutrygd fyri nøkr­um árum síðani hevði sama boð­skap til bil­før­ar­ar­nar, stóð skrivað: »Slepp­ið buss­i­num út«.