Skopun letur eisini brillur til sólarmyrking

- Brillurnar, sum verða latnar borgarunum í kommununi ókeypis, kunnu heintast á kommunuskrivstovuni frá 10. august

 

 

- Í samband við, at ein stór partvís sólarmyrking verður í Føroyum hin 12. august, har umleið 91 prosent av sólini verður fjald, hava vit keypt brillur til íbúgvar í kommununi. 

 

Tað siga tey í Skopunar kommunu.

 

Lagt verður aftrat, at brillurnar, sum verða latnar borgarunum ókeypis, kunnu heintast á kommunuskrivstovuni í Skopun frá 10. august klokkan 9.

 

- Um sólarmyrking er at siga, at hetta er eitt náttúrufyribrigdi, har mánin kemur millum jørðina og sólina og forðar fyri ljósinum, siga tey í Skopunar kommunu.

 

Fyrrapartin í dag høvdu vit ein greinastubba úr Skálavík, har kommunan boðar frá, at tey eisini hava keypt brillur til borgararnar í sínari kommunu.

 

Lesið eisini: Kommuna letur borgarum brillur til sólarmyrking

 

https://www.in.fo/news-detail/kommuna-letur-borgarum-brillur-til-solarmyrking