Skoraði móti føðilandinum

HM 2022: Breel Embolo tryggjaði Sveis ein 1-0 sigur á Kamerun, landið har Breel Embolo er føddur

Mynd: (Scanpix) Breel Embolo hevur júst skorað

Sveis vann fyrrapartin 1-0 á Kamerun í bólki G. Sermerkt við dystinum er, at málskjúttin, 25 ára gamli Breel Embolo, er føddur og partvís uppvaksin í Kamerun.

 

Breel Embolo er føddur í 1997 í høvðusstaðnum í Kamerun, Yaoundé. Tá kann rakk skúlaaldur flutti hann saman við mammuni til Fraklands at ganga í skúla. Her møtti hon einum sveisiskum manni og flutti seinni til Sveis.

 

Breel Embolo var eitt av størstu talentunum í sveisiskum fótbólti. Hann fekk sítt gjøgnumbrot í FC Basel og bleiv seldur til týska Schalke 04. Í dag spælir hann við Monako.

 

Sveis vann 1-0 á Kamerun og málið kom tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik. Breel Embolo hevur fingið nógv rós fyri, at hann ikki vísti sjónlig gleðistekin, tá hann hevði skorað. Hetta í virðing Kamerun og at hann er føddur og partvís uppvaksin har.

 

Sveis – Kamerun 1-0 (0-0)

 

1-0 Breel Embolo, 48

 

Sveis (4-3-3): Sommer; Widmer, Elvedi, Akanji, Rodriguez (Comert 90); Sow (Frei 72), Freuler, Xhaka; Shaqiri (Okafor 72), Vargas (Rieder 81), Embolo (Seferovic 72)

 

Gul kort: Elvedi, Akanji

 

Venjari: Murat Yakin

 

Kamerun (4-3-3): Onana; Fai, Castelletto, N'Koulou, Tolo; Anguissa, Gouet, Hongla (Ondua 68); Mbeumo (Ngamaleu 81), Toko Ekambi (N'Koudou 74), Choupo-Moting (Aboubakar 74)

 

Gul kort: Fai

 

Venjari: Rigobert Song

 

Mynd: (Scanpix) Breel Embolo hevur júst skorað