Skotskur blues-tónleikur í Spaniastovu

Fríggjakvøldið verða føroyskur og skotskur blues-tónleikur at hoyra í Klaksvík

Bluesorkestrini Red Dawg úr Skotlandi og Uni Debess & Tomcats úr Føroyum hava konsert í Spaniastovu í Klaksvík fríggjakvøldið 1.apríl kl 22.00.


Red Dawg er ein 5 mannaður blues-rock bólkur úr Skotlandi. Bólkurin minnir kki sørt um Allman Brothers og Thin Lizzy. Annar gittarspælarin í Rew Dawg er Graham Stewart, sum er kendur úr bólkinum Hjarnar.


Red Dawg er mannaður við: Janie Garvie, forsangari og saxofon, Spike Evans, gittar og sang, Graham Stewart, gittar og sang, Neil Murray, trummur, Deno Stewart, bass.

 

Uni Debess & Tomcats er mannaður við fýra rættiliga royndum tónleikarum: Uni Debess, gittar og sang, Finnur Hansen, orgul og kór, Edvard N. Debess, bass og kór, Rógvi á Rógvu, trummur.

Uni Debess er aktuellur við staklagnum Sugar Mama, sum er av fløguni GREEN, sum kemur út í mai 2016.