Skúgvurin frá Einar's Distillery - fimm ára búnað Whisky

Einar's Distillery hevur búnað og tappað fimm ára gamalt whisky - nýggjasta útgávan ber heiti Skúgvurin.

 

Tíðindaskriv

 

Megin og dirvið frá hesum fugli sæst aftur í styrkini, ið er fatstyrki á 59,5 % vol. Gyltu droparnir eru tappaðir beint av fatinum, CASK strength, uttan at verða tynt. 

Skúgvurin er ein av naskastu fuglunum, ið vit hava í Føroyum. Smakkiupplivingin av Skúgvinum er eisini kraftmikil. Talan er um búnað whisky, ið hevur ligið á tunnum og er lagrað í meira enn fimm ár.

Brenningin á Einar's Distillery og búningin á útvaldum Sherry- og Bourbon føtum mitt í norður atlantshavinum ger Einar's Whisky til nakað serstakt.

Ein komplex, balancera Single Malt frá Einar´s Distillery er farin á flog.

Serfrøðingar geva Skúgvinum góð ummælið - ein av kendu ummælarunum sigur, at hendan útgávan bæði undirheldir og imponerar – well made, it both entertains and facinates in equal measures. 

Skúgvurin fæst til keyps á flogvøllinum og í Rúsdrekkasølu Landsins.