Bústaðarpolitikkur snýr seg í grundini um ein einfaldan spurning:
Skulu føroyingar hava møguleika at seta føtur undir egið borð í Føroyum?
Mítt svar er greitt: JA.
Føroyar hava brúk fyri ungum fólkum. Men í dag hava nógv ung trupult at fáa fígging til fyrsta bústaðin, tí prísirnir eru ov høgir og útboðið ov lítið.
Viljin at byggja er til staðar í Føroyum.
Men ov ofta steðgar bygging í tungum mannagongdum og langdrignum viðgerðum.
Vit vita øll, at byggiverkætlanir taka tíð. Frá hugskoti til spakin verður settur í – kann ganga alt ov long tíð.
Tí mugu vit tora at hugsa øðrvísi.
Vit mugu gera skipanirnar smidligari og einfaldari, so tað kann ganga skjótari frá hugskoti til bústað.
Tí fari eg at arbeiða fyri trimum broytingum:
1. Lættari hjá fyrstuferð keyparum
Vit skulu gera tað lættari hjá ungum at keypa sín fyrsta bústað.
2. Fleiri og bíligari bústaðir
Vit skulu skapa karmar, so fleiri stórar íbúðarverkætlanir verða framdar – og skapa møguleikan fyri, at grunnar sum vit øll gjalda í, eisini eru við til at fíggja føroyskar bústaðir.
3. Skjótari loyvismannagongdir
Reglur og mannagongdir skulu verða einfaldari og skjótari.
Bústaðarpolitikkur má takast í álvara á landspolitiskum stigi.
Vit mugu hyggja at bústaðamarknaðinum av nýggjum – so komandi ættarlið eisini kunnu seta føtur undir egið borð í Føroyum.
Anfinn í Toft
Valevni fyri Tjóðveldi











