Skurðviðgerðir av hálvum knøum verða nú framdar í Føroyum

Á Landssjúkrahúsinum eru tey farin undir at fremja skurðviðgerðir av sokallaðum “hálvum” knøum

Hetta eru viðgerðir, sum áður vórðu framdar í Danmark. At viðgerðin nú kann fremjast á Landssjúkrahúsinum merkir, at tað eru umleið 40–50 sjúklingar færri um árið, sum hava tørv á at fara til viðgerðar uttanlands. Harumframt hava flestu av hesum sjúklingum fylgjara við til viðgerðina.

 

Tær fyrstu skurðviðgerðirnar eru longu framdar á Landssjúkrahúsinum. Serfrøðingurin, sum hevur staðið fyri førleikamenningini av føroyska læknatoyminum, hevur verið við til tær fyrstu viðgerðirnar. Tað vil siga, at Landssjúkrahúsið nú hevur neyðuga fakliga førleikan at fremja skurðviðgerðirnar.

 

Ætlanin er, at umleið 26 hálv knø verða skift út á Landssjúkrahúsinum í ár.

 

- Eg fegnist um, at viðgerðirnar eru fluttar til Føroyar. Tað er ein týðandi bati fyri sjúklingarnar og teirra avvarðandi. Samstundis er hetta ein liður í at menna føroyska Sjúkrahúsverkið. Har tað letur seg gera, eiga vit at menna fakligu førleikarnar her heima, heldur enn at senda føroyskar sjúklingar til viðgerðir í Danmark, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum.

 

Skurðviðgerð av hálvum knøum merkir, at partur av knænum, sum er ávirkaður av slitgikt, verður skiftur út. Í fleiri førum er tað bara onnur helvtin av knænum, ið er skadd, og tá kann ein hálv knæprotesa verða sett inn. Hetta er eitt minni skurðinntriv enn at skifta alt knæið, og royndir vísa, at nógvir sjúklingar koma skjótari fyri seg og hava betri rørslu eftir hesa viðgerðina.