Sambært ukrainsku loftverjuni vórðu tilsamans sjey russisk flogfør, ein tyrla, tríggjar dronur og tríggjar cruiserakettir skotnar niður í Ukraina hósdagin.
Tað er Kiev Independent, sum ber tíðindini, ið aðrir stórir miðlar eisini endurgeva í morgun.
Tíðindafólk hjá norska Dagbladet, sum eru í ukrainska býnum, Lviv, har vesturi í Ukraina, siga, at her hava russar skotið við rakettum í nátt, og at tjúkkur roykur hongur yvir støðum í býnum.
Sagt verður, at hetta er fyrstu ferð síðan innrásina, at russar hava skotið eftir málum so nær sjálvum býnum í Lviv, og hildið verður í morgun, at tað er ein verksmiðja, sum fæst við at viðlíkahalda flogfør, sum er rakt.
Borgarstjórin í Lviv, Andriy Sadovy, sigur sambært Reuters, at russiskar rakettir hava rakt nær flogvøllinum, men at sjálvur flogvøllurin ikki er raktur.
Sambært borgarstjóranum er eingin fráboðan komin higartil um persónsskaðar í Lviv. Tíðindastovan Ukraina 24 skrivar, at í minsta lagi tríggjar spreingingar vóru har vesturi í býnum í nátt.
Lviv liggur nær markinum til Póllands, og her búgva eini 700.000 fólk.
Í øðrum býum í Ukraina, eitt nú Dnipro og Kharkiv, verður eisini sagt frá spreingingum. Ávaringarlúðrar hava eisini verið í gongd í øðrum býum, og sagt verður, at ávaringarlúðrar í morgun eru at hoyra í høvuðsstaðnum, Kiev.