Klokkan 15 í dag handaðu fólk úr Skúvoy løgmanni, Akseli V. Johannesen, slakar 870 undirskriftir. Hetta eru alt fólk, sum taka undir við, at Skúvoyggin verður bundin í ein komandi Suðuroyartunnil.
Tey, sum vóru í Tinganesi í dag og hittu løgmann, vóru fólk, sum búgva í Skúvoy og fólk, sum hava tilknýti til Skúvoynna.
Áðrenn løgmaður fekk undirskriftirnar, segði Harry Jensen nøkur orð, og her las hann eisini upp skrivið, sum skúvoyingar hava sett saman í samband við, at farið varð undir at savna undirskriftir.
Løgmaður helt fyri, at slakar 870 undirskriftir er eitt stórt tal, og her vísti Harry Jensen á, at møguleiki hevur verið hjá fólki at stuðla ynskinum hjá skúvoyingum ymsastaðni kring landið og á netinum.
Harry Jensen vísti á, at í januar hevði Skúvoy einki sjóvegis samband í fleiri enn 20 dagar, men kortini hevur tað eydnast at fáa fleiri at taka undir við ynskinum hjá skúvoyingum um at gerast partur av einum Suðuroyartunli.
Í skrivinum, sum løgmaður fekk handað í Tinganesi í dag, verður sagt, at um Skúvoy ikki fær eina íbinding frá einum komandi Suðuroyartunli, hevur Skúvoy ikki langa tíð eftir, har fólk búgva í oynni.
Fólk í Skúvoy eru órógvað um, at ein teymur upp í Skúvoynna ikki er við i verandi verkætlan fyri Suðuroyartunnilin, og skúvoyingar halda tað vera órógvandi, at einki hoyrist frá politikarunum í hesum sambandi.
Soleiðis, sum skúvoyingar siga seg hava skilt, eru partar av nevndini í tunnilstoyminum ikki serliga áhugaðir í at gera tunnil til Skúvoyar.
– Men ein góð loysn liggur klár, so ein íbinding til Skúvoyar ber væl til, um viljin er til steðar, siga tey í Skúvoy í skrivinum til politikararnar.
Lagt verður aftrat, at kemur ein tunnil upp í Skúvoy, verða færri útreiðslur í framtíðini til eitt nú skip, atløguumstøðir og lønir til manning og avgreiðslufólk, sum í longdini verður ein størri útreiðsla, enn ein íbinding í ein komandi Suðuroyartunnil hevði verið.
- Nógvir túrar verða avlýstir orsakað av vánaligum líkindum, so trupulleikarnir verða ikki loystir við einum nýggjum skipi eina, siga skúvoyingar, sum inniliga heita á politiska myndugleikan um at hava Skúvoynna í huga, nú karmarnir um ein Suðuroyartunnil verða lagdir.
Eftir at løgmaður, Aksel V. Johannesen, hevði fingið undirskriftirnar, vísti hann á, at tað í síðsta enda verður ein politiskur spurningur, um Skúvoy fær eina íbinding í samband við ein komandi undirsjóvartunnil.
At enda ljóðar áheitanin hjá skúvoyingum soleiðis:
- Vit heita inniliga á politikararnar um at samtykkja, at ein Suðuroyartunnil eisini kemur upp í Skúvoy, so vit eisini kunnu síggja eina ljósa framtíð fyri okkum og okkara oyggj, verður sagt í skrivinum til løgmann.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##