Komu fólk úr Ansastovu til Fuglafjarðar, varð stokkið inn á gólvið í Tøðuni ella hjá Annu á Trøðni. Tá var ættin eitt og alt. Ættarbondini vóru hildin uppi í trúfesti. At vera burturblíður, var lítisvirt í manna eygum, og ikki kundi annað sigast, at blíð vóru tey í Tøðuni.
Poul Martin var stillur og friðarligur. Onkuntíð varð tikið til á donskum: ? En stil mund og en ren hånd priser man i alle land.? Tað er ein dygd, ikki at leypa framav. Tú kanst hava tína meining og vera støðufastur uttan nakað hóvasták og fara avstað í sátt og semju - bera fram tað, tú sjálvur heldur vera rætt og kanska eisini vegleiða og vísa á gongdar leiðir ikki einans í orðum, men eisini í verumáta. Tað kundi tú siga um skyldmannin. Stórorðaður var hann ikki. Stór orð kunnu ikki fylla ein sekk, men ræða ein dára.
Mannin hevur tú kent frá barnsbeini av. Nøkur ár var hann á sjónum, men gjørdist vrakari. Tá ið skipini hjá Pidda, Sigurdi og Haraldsen komu frá fiskiskapi og landað varð í Fuglafirði, stóð hann her og vrakaði. Fiskurin var hivaður upp úr lastini upp á Brúnna í passaligum segldúkum við lykkju á í báðum endum, lagdur upp á eitt borð og vrakaður. Onkur stóð og teknaði vektirnar ? skrivaði upp, meðan rópt varð: Millumfiskur, bank_ fullfavn, ein av nýggjum og so varð svarað aftur: Ein av nýggjum o.s.fr. Hetta rungar enn í heysinum frá barnsbeini av. Dreingirnir sluppu upp í part. Stóðu við gerduna, vóru í lastini ella løgdu upp á borðið. Her stóð vrakarin blíður og blíðorðaður, rósti óvitunum. Hetta gjørdu teir vaksnu allir meir ella minni, og tú kendi teg væl, var við til at gera manslít. Hugur og sál mentust bara av at vera við í hesum drátti í bygdarlívinuum.
Um hetta mundi vóru allir fedrarnir á sjónum meginpartin av árinum. Heimamenninir vóru ikki so nógvir, men Poul Martin var har. Hann livdi við í bygdini, og tú sást hann til fjals og fjøru. Hann stóð á Brúnni og vrakaði og var røktingamaður í Innandals saman við Alfred Klein í mong ár. Her vóru góðir dagar. Ikki eru so mong ár runnin, síðani teir løgdu frá sær. Teir fóru frá báðir í senn og var so ein partur av bygdarsøguni ritað í steinar og grýti í Innandals.
Poul Martin átti eisini jørð í Góðadali. Poul á Trøðni ? abbi Poul Martin segði, at tá ið hann hevði gott blóð og var yviri á Góðadali, var hann Guði næst. Hetta er ikki ørvitistos. Gáðadalur er ein gotiskur katedralur. Her er høgt til lofta og vítt til veggja og súlurnar røkka til skýggja, ei dáni í at Várharra býr ímillum Rustakamb og Róvina, og satt at siga ert tú honum næst, tá ið tú ert staddur niðri í Kjóalágni ella yviri á Kálvaslætta. Hetta kenna øll, sum hava gingið um hesar leiðir í kavadøgum, stúkudøgum og sólfyltum summarløtum.
Í eini tríati ár gekst tú saman við Poul Martini hesar leiðir. At taka seg niðan frá ein góðan dag og koma niðan á Háls og líta yvir Norðoyggjarnar og skoða dalin, er sjón av gudgivnum glarmeistara. Meðan gingið varð, varð mangt málið havt á lofti. Bygdamál, bíbilsk mál, politikkur og sjálvandi prát um seyð og seyðarøkt. Tú lurtaði eftir teimum eldru. Teir tugdu orðini, meðan fjallmenninir komu tenjandi um Botnsbrúgv og niðan á Háls.
So mangan var gott prát við Poul Martin. Hann kendi hesa leið sum sín eygnastein. Satt at siga umbroyttist tú eitt sindur, meðan gingið varð niðanfrá. Verður komið at tinnuni, kendi tú mannin sum ein gudsóttandi mann. Hann bar upp á mál ymisk viðurskifti úr gerandisdegnum og kristnilívinum. Onkuntíð vísti hann á staðin, har abbi, Thomas Johan, hevði sítt Jákupsa stríð á Skarðinum. Tá varð steðgað á, og tankarnir í tónum goymdu so mikið eftir um staðin, at staðurin er halgaður minni um farnar dagar, har lívið var einkult í mangar mátar, men stríggið frá morgni til myrkurs. Tað, sum her rann fram fyri teg úti ímillum fjøll, var skaldskapur og sálarburður av einari aðrari verð.
Fyri nøkrum árum síðani var bøtt um mannagøtuna og varðarnar á Skarðinum. Hetta var tiltak, sum kom undir heitið: Ung í arbeiði og var Poul Martin við í hesum tiltaki. Hann segði so skemtiliga, tá ið ábøtingin var liðug, at hann var stjóri í hesum fyritaksemi. Hetta var so skemtiliga sagt, at tey ungu, sum vóru við, minnast hesar løtur hetta summarið, sum ein serligan drátt frá ungdómsdøgunum. Fagnaðarløtan á Skarðinum hetta summarið í august var ein skygging ? eitt endyrskin frá farnari tíð og farnum døgum.
Poul Martin var væl fyri henda dag, og eftirsíðan sást hann hvørja ferð, millum tey, ið leitaðu sær niðan á Skarð í august. Ikki so sjáldan tók hann orðið úti millum fjalla. Hetta er nú ein fastur táttur av mentanarlívinum, at fara niðan á Skarðið í august, tá summarið er við at halla. Hetta er ein góður vani, og er kó av manninum ljóslivandi millum varðarnar á Fuglafjarðarskarði.
Seyðamaðurin, vrakaraeftirlitismaðurin, deknurin og prædikumaðurin, Poul Martin lýsti tilveruna í fáum orðum, men tað var eisini nóg mikið.
Eingin skal um sin dag ganga. Heldur ikki Poul Martin fekk loyvi til at vera longur her enn avmált. Hann situr nú á himnateigum millum varðar, bygdamenn og annað gott fólk og sigur frá.
Æra veri minni um skyldmannin, Poul Martin.
Frits