TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á FM1 aftaná HM-undankappingardystin millum Føroyar og Týskland, ið týsku kvinnurnar vunnu 8-0. Í steðginum var týska liðið á odda 3-0.
Tróndur Arge prátaði við Áslu Johannesen, ið staðfesti, at føroysku kvinnurnar hava spælt ímóti einum liði í heimsflokki í dag, og hon viðgongur, at føroyska liðið var trýst í botn.
Men Ásla Johannesen heldur avgjørd, at føroyska liðið stóð seg væl betur í hesum dystinum enn í dystinum í Týsklandi í fjør, tá tað endaði við einum tapi við ellivu málum.
Ásla Johannesen heldur, at føroyska liðið hevur gjørt stór framstig seinasta árið, og hevur megnað ímóti Kekkia, Íslandi, Týsklandi og Slovenia at skarva av tapunum sum liðið hevði á heysti í 2017.
Ásla Johannesen vónar, at hon sleppur at verða partur av fleiri HM- og EM-undankappingum í framtíðini.
Endaliga støðan í HM-undanbólki 5. Ísland og Kekkia spældu javnleik 1-1 í Reykjavík, og tað merkir, at Ísland skal spæla tveir play off dystir ímóti einum øðrum tveyara um rættin at sleppa til HM-endaspælið í Fraklandi komandi summar.
1
8
35
21
2
8
16
17
3
8
12
14
4
8
-11
6
5
8
-52
0