Slapp væl frá ógvusligum óhappi

Førarin fekk ongan skaða tá ið bilurin bóltaði runt

Beint eftir midnátt fekk løgreglan boð um eitt ferðsluóhapp beint norðan fyri Kollafjørð. Talan var um ein bil, sum av einhvørjari orsøk kom og langt út í jaðaranin og so misti førarin tamarhaldið á bilinum. Bilurin fór í veitina, bóltaði runt, men endaði aftur á vegnum, standandi á hjólunum.

Bilførarin var einsamallur í bilinum, og hann sat í trygdarbelti, og fekk ongan skaða. Løgreglan veit ikki, hví óhappið hendi, men tey hava staðfest, at rúsdrekka var ikki uppi í.