Russiski forsetin, Vladimir Putin, bjóðaði í dag slovakiska forsætisráðharranum, Robert Fico, vælkomnum til Moskva. - Mynd: Grigory Sysojev/Ritzau Scanpix

Slovakiski forsætisráðharrin hittir Putin á sigursdegnum

Hetta er aðru ferð, at Robert Fico vitjar í Russlandi í sambandi við sigursdagin.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, bjóðaði í dag slovakiska forsætisráðharranum, Robert Fico, vælkomnum til Moskva. - Mynd: Grigory Sysojev/Ritzau Scanpix

Sum einasti ríkisleiðari í ES hevur slovakiski forsætisráðharrin, Robert Fico, ferðast til russiska høvuðsstaðin, Moskva, í sambandi við, at Russland hátíðarheldur sigursdagin.

Tað upplýsir tíðindastovan AFP.

Dagurin verður hildin á hvørjum ári 9. mai til minnis um at Týskland yvirgav seg til Sovjetsamveldið og og tey sameindu í Vesturheiminum í 1945.

Fico varð móttikin av Vladimir Putin, forseta, fyrr í dag.

Fleiri evropeisk lond noktaðu flogfarinum hjá Fico at brúka teirra loftrúm á veg til Moskva.

– Eg veit, at tað vóru nakrir trupulleikar við ferðini hjá tær til Moskva. Men tað týdningarmesta er, at tit eru her, segði Putin við forsætisráðharran undir fundinum.

Slovakiski forsætisráðharrin er ivasamur um stuðulin hjá ES til Ukraina, sum Russland fór undir fulla innrás ímóti í februar 2022.

Harumframt hevur sonevnda Druzhba-leiðingin verið fyri nógvum uppmerksemi.

Leiðslan gongur úr Russlandi gjøgnum Hvítarussland og Ukraina til Ungarn og Slovakia.

Í januar varð hon stongd, eftir at Ukraina segði, at leiðingin varð rakt av einum russiskum dronuálopi. Ungarn ákærdi Ukraina fyri at seinka viðgerðini av leiðingini.

Síðst í apríl boðaði búskaparmálaráðið í Slovakia frá, at landið aftur var farið at taka ímóti olju gjøgnum leiðingina.

Leygardagin segði slovakiski forsætisráðharrin, at vitjanin var "ein virðing fyri ofrunum í seinna heimsbardaga."

Hann legði afturat, at hann fór at umrøða "grundleggjandi málini" í tvílandaviðurskiftunum við Putin.

– Eg eri ímóti at skapa nakað slag av nýggjum jarntjaldi millum Evropa, ES og Russiska Samveldið, sigur Fico.

– Eg stuðli vanligum, støðugum, vinarligum og sínámillum gagnligum viðurskiftum, helt hann fram, sambært AFP.

Hetta er aðru ferð, at Fico vitjar í Russlandi í sambandi við sigursdagin.

Hann luttók ikki í siðbundnu skrúðgonguni á Reyða Torginum í Moskva.

Í staðin legði hann fríggjadagin blómur við eitt minnisvarða yvir milliónir av sovjetiskum hermonnum, sum doyðu undir seinna heimsbardaga.

 

/Ritzau/

 

##med2##

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, bjóðaði í dag slovakiska forsætisráðharranum, Robert Fico, vælkomnum til Moskva. - Mynd: Grigory Sysojev/Ritzau Scanpix

Robert Fico í gjár við ein minnisvarða um milliónir av sovjettiskum hermonnum, sum doyðu undir seinna heimsbardaga. - Mynd: Shamil Zhumatov