Altjóða fótbóltur
Leygarkvøldið vóru fyrstu av teimum sonevndu play-off dystunum fyri europeiska partin av HM-undankappingini leiktir. Hetta eru dystir millum tey lið, sum gjørdust næst best í sínum undankappingarbólkum, og sum tískil ikki vunnu sær beinleiðis atgongumerki til HM.
Slovenia heldur áfram
Eitt av hesum liðum er Slovenia, sum gjørdist nummar tvey í okkara bólki í hesari undankapping.
Tá teir fyri tveimum árum síðani vunnu á Ukraina í líkandi støðu, var tosað um, at hetta var ein sensatión av teimum heilt stóru, og skelkurin úr lítlu fótbólttstjóðini mundi ikki gerast minni, tá teir í EM-endaspælinum vóru á odda 3-0 móti stórveldinum, Jugoslavia.
Hesin dysturin endaði tó 3-3. Slovenia vann seg ikki úr innleiðandi bólkunum, og tá teir so fyri góðum ári síðani mistu stig á Svangaskarði móti Føroyum, roknaðu tey flestu við, at hetta var líka sum tað frá teirra síðu.
Slovenar hava tó víst seg at vera treiskari enn tey flestu, og í seinasta dystinum í undakappingarbólkinum tryggjaðu teir sær rættin til play-off dystir við at vinna 3-0 á okkara monnum.
Aftur hesa ferð mundu tey flestu halda, at nú steðgaði slovenska ævintýrið, tí mótstøðuliðið var nú Rumenia, sum ígjøgnum gott og væl eitt tíggjuáraskeið hevur havt eitt landslið, sum hevur verið at roknað millum tey stinnastu í Europa.
Eftir dystin leygardagin er tó staðfest, at Slovenia veruliga skal roknast við, tá fótbóltsvaldið í Europa verður ásett. Enn eru teir ikki komnir til HM, men 2-1 sigurin á Rumenia gevur teimum í øllum førum ein góðan møguleika at røkka hesum máli. Alt sá annars ut til at ganga eftir bókini, tá Marius Niculae legði Rumenia á odda um miðjan fyrra hálvleik, men við málum frá Acimovic og Osterc koppaðu slovenar øllum á høvdið.
Einki er avgjørt
Annars gav eingin av hinum fýra dystnum eina greiða ábending um, hvat lið fer at vinna seg fram til endaspælið.
Best man tað standa til í Írlandi, sum fekk eitt heppið lutakast, tá tað varð greitt, at teir skuldu dystast móti Iran um eitt HM-atgongumerki. Á Landsdowne Road vann Írland 2-0 á Iran við málum frá Ian Harte og Robbie Keane, og hóast tað í løtum stóð nógv á móti Iranum, so er sigurin ein góð barlast at hava í viðførinum, tá farið verður til Teheran. At Írland so noyðist at vera Roy Keane fyri uttan til hendan dystin er hinvegin ein strika í rokningini. Liðskiparin segðist vera klárur at spæla dystin leygardagin, eftir at hann hevur stríðst við ein knæskaða, og hóast hann spældi allar 90 minuttirnar, so versnaði skaðin somikið nógv, at ein skurðviðgerð nú tykist sannlík.
Eisini Turkaland tykist vera væl fyri, eftir at einsamalla málið hjá Burur var nóg mikið til at tryggja ein útisigur á Eysturríki, eins og tað má metast sum eitt gott útgangsstøði hjá Týsklandi, at teir megnaðu at spæla javnt, 1-1, í Kiev móti Ukraina. Her legði heimaliðið seg tíðliga á odda við einum málið frá Zubov, men á hálva tímanum javnaði Ballack til endaligu støðuna.
Seinasti dysturin leygardagin var ímllum Belgia og Kekkia, og her tykist alt opið, eftir at Belgia vann heimadystin 1-0. Málið skeyt Gert Verheyen.
Seinnu play-off dystirnir verða leiktir mikukvøldið.