Eitt tveir mánaðir gamalt smábarn doyði í russiskum álopi í Kharkiv-økinum í landnyrðingspartinum av Ukraina í nátt.
Tað upplýsir guvernørurin í Kharkiv og ukrainska løgreglan fyri tíðindastovuni AFP.
– Umleið klokkan 02.30 varð eitt hotel í trimum hæddum lagt oyði í Zolotsjiv í tveimum álopum við S-300-missilum, sigur Oleh Synegubov, guvernørur.
Býurin Zolotsjiv er 20 kilometrar frá markinum millum Ukraina og Russland.
Umleið 30 bygninginar fingu skaða í álopinum. Umframt eitt hotel gekk tað millum annað út yvir eina kaffistovu og fleiri apotek.
Umframt smábarni vórðu tríggir persónar særdir í álopinum. Ein teirra var mamman hjá barninum, skrivar AFP.
Kharkiv-økið hevur javnan verið fyri russiskum álopum, síðani ukrainski herurin endurvann tamarhaldið við einum stórum parti av økiinum undir einum mótálopi móti russisku deildunum á heysti í 2022.
Kríggið í Ukraina hevur skjótt verið í tvey ár. Russland gjørdi innrás í grannaland sítt í februar í 2022.
/ritzau/