Í Skálavík hevur Bakkafrost eina risastóra byggiverkætlan í gongd, og her gongur arbeiðið eftir ætlan. Upprunaliga skuldi ein lívfiskastøð byggjast her, men av ymiskum orsøkum varð saðlað um, soleiðis at Skálavík nú ístaðin fær eina stóra smoltstøð.
Stjórin í Bakkafrost, Regin Jacobsen, hevur áður sagt, at hetta er ein byggiverkætlan, sum fer at nærkast milliardini, tá hon er liðug.
Nú alt byrjar at mynda seg í Skálavík, og tú fært eina hóming av, hvussu stór henda verkætlan í veruleikanum er, hevur VikuskiftisSosialurin, sum kom fríggjadagin, sett stjóranum nakrar spurningar.
Vit spurdu fyrst Regin Jacobsen, hvussu stór henda verkætlan í veruleikanum er, hvat status er við byggingini – hvussu langt byggingin er komin, og hvat er eftir?
- Byggingin gongur væl. Høvuðsbygningarnir og tær stóru teknisku innleggingarnar eru partvíst við at vera bygd, og arbeitt verður við teimum teknisku skipanunum, sum eru hjartað í smoltframleiðsluni.
Í samrøðuni sigur hann, at fyrsta byggistig eftir ætlan verður avhendað og sett í rakstur í fyrra hálvári 2026.
- Hetta gevur okkum møguleika at byrja við fyrstu kleking av rognum og samstundis venja starvsfólkini inn í nýggja arbeiðslagið á støðini, sigur hann.
##med2##
Hvussu sær tíðarætlanin út, til øll byggiverkætlanin er liðug?
- Byggingin verður avhendað í fleiri stigum, og seinasta byggistig verður væntandi avhendað um ársskiftið 2026/2027.
Stjórin í Bakkafrost sær eisini byggiverkætlanina í Skálavík, sum eina menning av smáplássum.
- Vit rokna við, at starvsfólkatalið í Skálavík longu verður á fullari styrki við endan av 2026, hóast framleiðslan tá enn er í innkoyring. Tilsamans fara eini 30-35 fólk at hava støðugt arbeiði á smoltstøðini.
Hann vísir á, at starvsfólkini á smoltdeildini í Skálavík verða, umframt røktarar, eisini fólk við ymiskum serligum førleikum, eitt nú tekniskum førleikum innan el og maskin, umframt lívfrøðingar, djóralæknar og onnur fakfólk.
Regin Jacobsen væntar, at nýggja virksemið hjá Bakkafrost í Skálavík fer at hava stóran týdning fyri bygdirnar í Sandoynni.
Lesið meira um hetta í VikuskiftisSosialinum, sum kom seinasta fríggjadag.
##med3##