SMS: H71 vann á Neistanum í høllini á Hálsi

H71 er næstfremst í SMS-deildini við 10 stigum

Savnsmynd

Fyrr í kvøld var ein dystur leiktur í SMS-deildini í høllini á Hálsi í Havn, har Neistin tók móti H71.

 

Tað eydnaðist H71 at vinna 29-25 á Neistanum. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.

 

Tá 49 minuttir vóru leiktir var H71 á odda 22-21. Tá eydnaðist tað hoyvíkskvinnum at økja til 25-21. Tað nærmasta Neistin kom aftaná tað var við støðuna 24-27. 

 

Silja Heðinsdóttir var toppskjútti hjá Neistanum við átta málum. Maria H. Weyhe var toppskjútti hjá H71 við sjey málum. 

 

Í morgin klokkan 15 spæla VB og Stjørnan suðuri í Vági. 

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum í høllini á Hálsi:

 

##med2##

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil724814110714
H7162021584410
StÍF6135145-106
VÍF410785226
Neistin6134145-115
EB7165213-483
Stjørnan5117171-542
VB5114164-500

Savnsmynd