Putin steðgar álopum á Kyiv undir amerikanskari vitjan

Vladimir Putin hevur givið boð um, at russisk álop á ukrainska høvuðsstaðin skulu steðga í tríggjar dagar, meðan amerikonsk samráðingarumboð eru á vitjan.

Vladimir Putin segði hósdagin, at møguleiki er fyri eini friðaravtalu við Ukraina, men at tað í løtuni sær trupult út at fáa samráðingarnar í gongd aftur. Mynd: Sergei Ilyin/Ritzau Scanpix

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur givið boð um at steðga álopum á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv í tríggjar dagar.

 

Steðgurin verður settur í verk í sambandi við vitjanina hjá eini amerikanskari sendinevnd, upplýsir talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov, sambært russisku tíðindastovuni Interfax.

 

Amerikonsku serligu sendimenninir Steve Witkoff og Jared Kushner komu til Moskva á middegi í dag.

 

Væntað verður, at teir eisini fara til Ukraina um vikuskiftið.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur longu boðað frá, at Ukraina ikki fer at fremja loftálop á Russland, meðan amerikanararnir eru í Moskva.

 

Donald Trump, forseti í USA, segði fríggjadagin, at Witkoff og Kushner fara til bæði Russland og Ukraina við eini ætlan, sum hevur til endamáls at fáa enda á krígnum.

 

Diplomatisku royndirnar at fáa friðarsamráðingar í gongd hava staðið í stað í fleiri mánaðir. Samstundis halda bardagarnir fram við hermótinum, og Russland hevur framt stór álop á ukrainskar býir. Ukraina hevur eisini økt um álopini inni í Russlandi.

 

/Ritzau/

 

 

 

Vladimir Putin segði hósdagin, at møguleiki er fyri eini friðaravtalu við Ukraina, men at tað í løtuni sær trupult út at fáa samráðingarnar í gongd aftur. Mynd: Sergei Ilyin/Ritzau Scanpix