Smyril í Skopunarfirði í gjár (Mynd: Dávur Winther)

Smyril avlýsti í morgun

Fyri veður avlýsti Smyril túrin av Tvøroyri klokkan 06 í morgun. Eisini aðrar leiðir eru avlýstar í morgun

 

Smyril í Skopunarfirði í gjár (Mynd: Dávur Winther)

Strandferðslan skrivar, at fyri veður og sera høga aldu er fráferðin kl. 6:00 á leið 7 avlýst, í morgun, hósmorgun 28. desembur. 

– Kunning um, nær siglt verður kemur skjótast til ber umvegis okkara sms-skipan og á ssl.fo, skrivar Strandferðslan.

Í gjár var eisini ringt veður, og sigldi Smyril vestan fyri Sandoynna á veg til Havnar.

Standferðslan skrivar eisini, at fyri veður er fyribils eingin sigling Svínoy og Fugloy í dag.

Eisini eru túrarnir kl. 7:45 av Havnini og kl. 8:15 úr Nólsoy ikki sigldir í dag.

 

 

Smyril í Skopunarfirði í gjár (Mynd: Dávur Winther)