Søgan um rættindini til javnbjóðis vitan

Einaferð var tað so, at børn gingu ikki hvønn dag í skúla. Hetta er slíkt, sum foreldur ella ommur/abbar hava sagt okkum frá, alt eftir hvussu gomul vit eru. Og endamálið við at ganga í skúla?

Tað var at læra at lesa, skriva, rokna og at læra bíbliusøgu. Náttúruvísindi høvdu ikki innivist í skúlanum, tað var nakað, sum børnini lærdu heima við hús, alt eftir tørvi. Væntað varð, at børnini høvdu somu lívsleið sum foreldrini, og tí kundu læra tað praktiska frá teimum. Sostatt var stórur munur á, hvat einstaka barnið lærdi, umframt hvat teimum var í boði. Nógv er broytt; ella er tað? 

 

 

Erla Olsen

 

PhD, lektari í lívfrøði og nátt­úru­lær­u­frøði, Náms­vísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya

 

Um vit fara nóg langt aft­ur í tíð­­ina, so var end­a­málið við skúla­­num at tryggja, at lands­ins borgarar vóru rætt­trúgvandi, dugdu at lesa danskt, at lesa guðs orð (1), og at vera góðir sam­fel­ags­borg­ar­ar (2). Fram til 1804 var tað í Føroyum mest heim­a­und­ir­vís­ing, sum fór fram, har prest­ur var høv­uðs­álitið og -eft­ir­litið, og har tey ser­liga lærdu bíbliusøgu og kate­kis­­mus (1). Nakrar roynd­ir at stovna skúlar á bygd vórðu gjørdar, men fing­ust ikki at rigga, tó at Lat­ín­­skúli og "Danskur skúli" vóru í Tórshavn, men við iva­som­um populariteti (1) - vit síggja m.a., at Beg­strup læt upp aftur "Danska skúla" í 1806 (2).

 

Hetta var tó helst ikki so nógv øðrvísi enn aðr­a­staðni, har danskir mynd­ug­leikar stóðu fyri, men tey til­tøk, sum danir royndu at seta í verk í Danmark, rigg­aðu ikki til viðurskiftini í hjá­lond­un­um, og tí hildu vit fram mun­andi longur við ferða­lær­ar­um, bæði í Før­oy­um og í Íslandi, enn dan­ir gjørdu.

 

Eitt dømi um ferða­lær­ara er lýst í teksti hjá Andr­i­as Høj­gaard (3): Í 1812 byrjar ein ís­­lendsk­ur studentur, Tórð­ur Thor­steins­son at halda skúla í øll­um bygd­um í Suð­uroy. Hvør mað­ur, ið átti eina hálv­mørk í jørð bant seg til at geva honum kost og inn­i­vist ein dag um árið. Har­u­mframt fekk hann nak­að av peningi í løn.

 

##med2##

 

Undirvísingarskylda og læraraskúli

 

Í Føroyum var ikki semja um, hvussu viðurskiftini skuldu skipast. Fyrst eydn­að­ist at fáa semju um at stovna realskúla (í 1861) og fast­an "almueskole" í Tórs­havn, meðan bygdirnar máttu bíða. Harvið vóru tað í ver­u­leikanum foreldur og stað­bundi presturin, sum høvdu ábyrgdina av lær­dóm­i­num hjá børnum á bygd fram til 1872, tá vit fingu eina veruliga skúla­lóg fyri undirvísing (2), sum hevði við sær und­ir­vís­ing­ar­skyldu.

 

Ásannað var tó, at áðr­enn und­ir­vís­ing­ar­skyld­an varð sett í verk, var ney­ð­ugt at fara undir at útbúgva lær­­ar­ar, sum kundu átaka sær at undirvísa (3).

 

Í fyrireikingunum til und­­ir­­vís­­ing­­ar­skyldu var Før­­oya Læraraskúli stovn­að­ur í 1870, og teir fyrstu lær­ar­ar­nir, sum tóku alla út­búgv­ing­ina, fingu prógv í 1872 (1).

 

Í tíðini upp til ár 1900 koma 12 flokkar út sum lær­ar­ar, og í meðal eru 6 nýggir lær­arar fyri hvønn flokkin, so nú vóru møguleikarnir fyri reglu­ligum skúlahaldi kring bygdirnar munandi bøttir (3).

 

##med3##

 

Kvinnuligi skúlin

 

Í 1884 fingu kvinnur loyvi til at koma inn á Lær­ar­a­skúl­an, og eydnaðist hetta so væl, at í 1887 tóku 5 kvinnur og 1 mað­ur læraraprógv (3).

 

Hóast kvinnur longu tíð­liga fingu møguleika at ger­ast lærarar, so gekk ein heil øld áðrenn ein sjón­lig broyting hendi, og konu­fólk í størri mun enn menn tóku læraraprógv. Í Før­oy­um hendi hetta í 1980'u­num, meðan í Dan­mark hendi hetta longu í 1960'unum. Hetta var eitt rák, sum sást eisini í hin­um norðurlondunum. Með­an ikki so nógv varð sagt um avbjóðingar av, at lær­ar­in var maður, so tók seg í 1980'unum upp eitt kjak um kvinnu­liga skúlan, og neiligu ávirkanina á serliga dreing­ir­nar. Í sama tíð­ar­skeiði broytt­ist náms­frøð­in eisini mun­andi, har skúl­in vendi sær meira til børn­ini og var meira menn­iskj­ans­lig­ur, og flutti seg frá hugs­anini, at skúlin bert snúði seg um at miðla vit­an (2).

 

Kjakið fór eisini inn á kyns­býttar flokkar, har víst varð á, at áhugamálini hjá gent­um og dreingjum vóru sera ymisk, og at und­ir­vís­ing­in tí eisini mátti leggj­ast ymist til rættis til hvørt kynið. Serliga innan nátt­úr­u­vís­indi hevur tað víst seg at vera sera stórur mun­ur á motivatiónini og áhug­a­num hjá kynunum, og hetta sæst aftur í úr­tøkuni hjá næm­ing­u­num, har dreingirnir ofta standa seg munandi bet­ur enn genturnar. Um vit sum samfelag ikki megna at broyta gongd­ini við mink­andi á­huga hjá gentum fyri nátt­­úr­­­u­vís­ind­um, so fer av­­bjóð­ing­in við vantandi á­­huga hjá gentum fyri nátt­úr­u­­­vís­­in­d­­um at vera størri fyri hvørt ættarlið, um ikki tað aftur fæst ein javn­vág í lut­fallinum mill­um menn og kvinnur í lær­a­ra­hóp­i­num.

 

Fram til 1935 var talið av kvinn­um og monnum, sum fingu læraraprógv, rætt­i­liga javnt. Síðan 1984 he­v­ur talið av kvinnum ver­ið størri enn talið av monn­um.

 

Samfelagið stýr­ir skúla og lær­ar­a­út­búgv­ing

 

Í tí søguliga tilfarinum, sum er grund­ar­lagið undir hesi grein, er heilt greitt, at tað var sam­fel­agið, sum setti út í kort­ið, hvussu skúlin skuldi vera, og út frá tí, hvussu læraraútbúgvingin skuldi vera. Tá lær­a­r­a­út­búgv­ing­in varð fyrireikað, var ná­grein­að rættiliga væl, hvussu und­ir­vísingin skuldi fara fram, og hvørjar bøkur skuldu brúk­ast. Eisini var, í 1871, stað­fest, at "deyð" utt­an­at­læra ikki hev­ur nakað enda­mál. Heldur skuldi brúk­ast "kateketiski und­ir­vís­ing­ar­hátt­ur­in", sum snýr seg um at spyrja og fáa svar.

 

Hetta er í góðum sam­svari við tær rembingar, sum vóru í 19. øld í Evropu, har lív­ligt kjak var um yms­ar und­ir­vís­ing­ar­hætt­ir. Floks­und­ir­vís­ing var vorð­in meg­in­regla, og hugleiðingar um før­lei­k­ar­nar hjá einstaka barninum vóru viðgjørdir, har t.d. Pest­a­lozzi var komin við nýggj­um ástøði, grundað á Ém­ilie hjá Jean-Jaques Rouss­eau. Pestalozzi mælti til at undirvísingin mátti leggja seg eftir und­an­før­leik­a­num hjá børn­u­num, at dentur skuldi leggj­ast á bólkin heldur enn fram­ber­ing­ina hjá ein­staka barninum, og at und­ir­vís­ing­ar­hætt­irnir skuldu umfata aktivitetir, so sum tekn­ing, skriving, sang, fim­leik, evning, innsavnan, gera kort og fara útferðir (2).

 

Við hesum nýggja ráki­num, sum eisini kom til Danmarkar um ald­ar­skif­t­ið 1800-1900, var að­al­hugs­an­in, at barnið skuldi læra at læra, og ikki fáa áfylt vit­an. Grundhugsanin í nýggja námsfrøðiliga ráki­num var, at heimurin broyt­t­ist so skjótt, og tí vóru før­leikarnir, sjálv at seta seg inn í nýggj evni og nýggj­ar møguleikar, týdn­ing­ar­mikl­ari enn at leggja seg eftir frammanundan útvaldari vitan (2).

 

Munur á barnaskúla og framhaldsskúla

 

Sum heild kann sigast, at hes­ar rembingar snúgva seg um læruna í barn­a­skúl­an­um. Hægri útbúgving tá var t.d. realskúlin, og her ar­beiddu lærarar, sum bæði undirvístu fram­halds­næm­ing­um og lær­ar­as­kúla­les­andi. Lær­ar­ar við útbúgving frá lær­ar­a­skúl­a­num høvdu ikki før­leika at undirvísa í mill­um­skúl­a­num. Í 1930 var í Dan­mark roynt at bøta um læra­ra­út­búgvingina, m.a. við at leingja hana til 4 ár, men framvegis kundu lær­arar ikki undirvísa í mill­um­skúl­anum (2). Ein av broyt­ingunum var, at linju­fak vórðu sett í gildi. Til­svar­andi broyting varð sett í verk í Føroyum í 1938 (4).

 

Fyri at lærarar skuldu kunna undirvísa í real­skúla­num og í 8. og 9. flokki mátti lær­a­r­a­út­búgv­ing­in aka­dem­i­ser­ast, og upptøkan mátti grund­ast á lesandi við stud­enta­prógvi. Hetta bleiv ver­u­leiki í Danmark í 1966, tá linju­fakini eisini vórðu styrkt, sam­stund­is sum und­irvísingarlæra bleiv ein nýggj lærugrein í lær­ar­a­út­búgv­­ing­ini (2). Ikki fyrr enn í 1976 bleiv studentsprógv eitt krav í Føroyum fyri at verða tikin upp til lær­ar­a­út­búgv­ingina, samstundis sum størri dentur varð lagd­ur á sálarfrøðilig og náms­frøðilig fak (1).

 

Framvegis eru lær­ar­a­út­búgv­ing­ar­nar bæði í Før­oy­um og Danmark grund­að­ar á linjufak. Eitt kjak, sum føroyski skúlin ikki enn hevur tikið, er um rætt­in hjá børnum at hava lær­ar­ar, sum hava eina nøkt­andi og ítøkiliga vitan um tey evni, teir undirvísa í, sum til dømis linjufak. Hetta kjakið er druknað í pol­it­isk­um orðadrátti um sa­m­an­legg­ing av skúlaøkjum, og rætt­in at varðveita smáu bygd­a­skúl­ar­nar.

 

 

Munur á skúlum á bygd og í bý

 

Í Føroyum hava vit upprunaliga havt bygdarskúlar, tó at Real- og millumskúli hevur verið í Havn síðan 1861. Tá Læraraskúlin í 1870 varð settur á stovn, var endamálið at útbúgva lærarar til bygdarskúlar, sum tá var ein útbúgving á lægri støði enn tann útbúgving sum kravdist fyri at undirvísa í býarskúlum.

 

Tað er minni enn ein øld síðan, ella í 1930-árunum, at náttúrufak og náttúrusøga komu inn um skúlagátt. Eftir seinna heimsbardaga var greitt, at neyðugt var við broytingum, og serliga innan náttúruvísindaligu fakøkini var neyðugt, at fólk fingu hollari vitan. Fortreytirnar fyri góðari undirvísing innan hesi økini, sum høvdu heitið alis-/evnafrøði og lívfrøði, vóru tó ikki serliga góðar, og ofta vóru bert møguleikar fyri talvuundirvísing, hóast lærarar vóru fullgreiðir um, at neyðugt var, at næmingarnir gjørdu venjingar. Serliga vóru karmarnir í bygdarskúlunum vánaligir, tá talan var um fakhølir.

 

 

Keldur:

 

(1) Skole på Færøerne i 1000 år. En skole­historisk håndbog. Ludvig Pet­ersen (1994). Eget forlag i sam­ar­bejde med Selskabet for Dansk Skolehistorie og Føroya Læra­ra­fel­ag.

 

(2) Dansk Skolehistorie 1-5. Ritstj. Charlotte Appel og Ning de Coninck-Smith (2013-2015). Aarhus Universitetsforlag.

 

(3) Eitt sindur um skúlasøguna áðr­enn 1870. Handrit eftir Andrias Højgaard. Námsvísindadeildin.

 

(4) Føroya Læraraskúli 1870-1970. Martin Holm (1970). Føroya Læraraskúli.

 

Erla Olsen, PhD, lektari í lívfrøði og náttúrulærufrøði Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya