Søren Pape Poulsen verður jarðaður í morgun

Jarðarferðin hjá Søren Pape Poulsen verður í dag klokkan 10. Nógv fólk er savnað við Viborg Domkirke at senda eina seinasta heilsan

 

Konservativi formaðurin, sum doyði síðsta leygardag, ferð til gravar úr Viborg Domkirke  í dag. Pape, sum áður var borgarstjóri í Viborg, doyði 52 ára gamal eftir eina heilabløðing. (Arkivfoto). - Foto: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix

Bæði inni í kirkjuni og uttanfyri er lagdar blómur og kransar í allan morgun frá persónum og felgskapum, sum vilja senda konservativa formanninum Søren Pape Poulsen eina seinasta heilsan.

Fyrrverandi maðurin hjá Søren Pape Poulsen, Josue Medina Vazquez, er eisini við til jarðarferðina í Viborg.

Áðrenn dyrnar lótu upp klokkan 9 danska tíð, stóðu fleiri í kø fyri at sleppa inn.

Fólk, sum ikki eru boðin, stóðu í kø og bíðaðu, og fleiri høvdu blómur við.

Søren Pape, sum doyði seinasta leygardag 2. mars eftir at hava fingið eina heilabløðing, vaks upp í Bjerringbro í Viborg kommunu, har hann seinni gjørdist borgarstjóri.

Jarðarferðin í Viborg Domkirke byrjar klokkan 10 okkara tíð. Tað eru pláss fyri 800 gestum í kirkjuni, men 350 av teimum eru reserverað til innbodnar gestir.

Restin av plássunum eru til almenningin.

Kisten við Søren Pape Poulsen verður borin úr dómkirkjuni umleið klokkan 10.45 okkara tíð. Donsku sjónvarpsstøðirnar senda frá jarðarferðini.

/ritzau/

 

Konservativi formaðurin, sum doyði síðsta leygardag, ferð til gravar úr Viborg Domkirke  í dag. Pape, sum áður var borgarstjóri í Viborg, doyði 52 ára gamal eftir eina heilabløðing. (Arkivfoto). - Foto: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix

Áðrenn dyrnar lótu upp klokkan 8 okkara tíð, stóru fleiri í kø fyri at sleppa inn. Fólk, sum ikki eru boðin, máttu standa í kø og bíða. (Arkivfoto). - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Inni í kirkjuni og uttanfyri vórðu í morgun lagdar blómur og kransar frá fólki og felagsskapum, sum vildu senda Søren Pape Poulsen eina seinastu heilsan. (Arkivfoto). - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix