Sólin strálar av álvara á Strondum

6-mannafør menn: Fyri fyrstu ferð í 21 ár eydnaðist tað strandingum í dag at vinna kappróður

Sólin stavar niður á Strendur í dag, og har er kappróðrarlagið sera gott.

 

Strálan hevur í nógvar vikur og mánaðir vant, og fyrr í ár hevur tað onkra ferðina sæð gott út, men í trimum teimum fyrstu kappingunum er tað ikki eydnast at vinna.

 

Men í dag vunnu strandingar. Strálan var í støðugari kapping við Froðbing, meðan tað ikki av álvara bar til hjá Smyrli úr Vági, sum annars var so knáur fyrr í summar.

 

Endaspurturin millum Stráluna og Froðbing var so sera spennandi. Eina lítla løtu sá tað út til, at strandingar aftur í dag fóru at missa á stokkinum, men so svaraði Strálan aftur og var eitt vet undan Froðbingi um málstrikuna, meðan Smyril var eina stóra bátslongd aftari.

 

Sambært Jan Herman Hansen, sum í dag er viðmerkjari í Kringvarpinum, og sum áður hevur verið formaður í RSF og annars er róðrarkønur, so eru tað 21 ár síðani, at Strálan av Strondum síðst vann ein kappróður, og tað var eisini í Miðvági, at menninir av Strondum vunnu.

 

Í FM kappingini er tað nú púra javnt millum suðuroyarbátarnar Froðbing og Smyril.

 

1 Strálan (Strálan)04:42.18+00.007 
2 Froðbingur (FSR)04:42.39+00.426 
3 Smyril (VK)04:45.11+02.865 
4 Skúgvur (SÍF)04:50.26+08.164 
5 Kvívíksbáturin (KSR)05:00.00+17.643 
6 Víkingur (HR)05:13.05+30.742

 

 

 

1 Froðbingur (FSR)531 
2 Smyril (VK)531 
3 Strálan (Strálan)523 
4 Skúgvur (SÍF)520 
5 Sundabáturin (NHR)417 
6 Kvívíksbáturin (KSR)510 
7 Víkingur (HR)57

 

rsf.fo