Hann varð alt fyri eitt róptur fyri the bay-faced assassin, tá hann kom til Manchester United í 1996. Við mest sum barnsliga andlitsbráðnum var Ole Gunnar Solskjær í fleiri ár ein av vandamestu áleyparunum í enskum fótbólti, og 126 mál í 366 dystum fyri Manchester United tosa sítt týðiliga mál um hetta. Ikki minst, tá hugsað verður um, at Solskjær byrjaði nógvar av hesum dystunum á beinkinum. Hæddarpunktið var uttan iva 2-1 málið í Champions League finaluni á Camp Nou móti Bayern München, men á sín hátt var hetta eisini byrjanin til endan. Knæið fekk nevnliga ein løst í fagnaðarløtunum eftir málið, og síðani hava knæskaðar av ymsum slag argað nroska málrevin. Somikið illa, at hann nú hevur tikið avgerð um at gevast.