Sonja kemur í næstu viku

Sonja drotning úr Noregi kemur til Føroya á almenna vitjan leygardagin 19. juli.

Sonja drotning úr Noregi kemur til Føroya á almenna vitjan leygardagin 19. juli.

 

Tað verður løgmaður, ið tekur ímóti norsku drotningini, tá ið hon leggur at í Havn við kongsskipinum »Norge«.

 

Hetta er fyrstu ferð, Sonja drotning kemur til Føroya.

 

Hon skal millum annað vitja í Kirkjubø, har løgmaður eisini verður vertur fyri einum døgurða.