Sonja á Lava 70 ár

Nú leygardagin 25. juni fyllur mamma mín 70 ár.
Hon er ættað av Tvøroyri, dóttir Mariannu og Johannes Hammer, men Johannes (pápin) doyði tá Sonja var 1½ ára gomul. Marianna (mamman) giftist uppaftur við Karl Øster, Gartnara á Tvøroyri og syskini hjá Sonju eru Julius, Hans-Jacob(sáli), Kára og Anton.

Sum 18 ára gomul flutti hon til Havnar at tæna, hon kom so seinni at arbeiða í køkinum á Landssjúkrahúsinum og skuldi til Danmarkar at læra til køksstjóra; men mongum brestur ætlan. Hon kom fyri eini bilvanlukku í 1964 og fekk mein í beinið fyri lívið.
Í 1966 giftist hon vid Jákup Paula (Palla) á Lava. Tey fingu trý børn: Hans-Jacob, Jákup-Eli og Kariann. Mamma var heimagangandi tey fyrstu árini við okkum trimum systkjum. Hetta var ein deilig tíð fyri okkum.
Alt tað eg kann minnast sat hon og seymaði, og í 1984 opnaði hon handilin Sonja Design, har hon hongur í enn.
Eg slapp altíð at vera skapandi við tær. Tískil fór eg sama veg sum tú. Tú hevur lært meg nógv á leiðini.
Mamma og babba dugdu væl at geva okkum systkjum ábyrgd gjøgnum allan uppvøksturin. Tað kunnu vit bara takka tykkum fyri í dag.
Saman hava tey givið okkum systkjum eina góða og trygga uppaling við Gudi í hásæti.
Sum omma er hon stuttlig. Tað eru ikki allar ommur sum tíma at hoppa trampolin, velta sær á gólvinum við ommubørnunum og greiða frá stuttligum søgum, hon sjálv hevur funnið uppá. Einki er at ivast í, at hon er ein spennandi omma at hava hjá sær. Ikki mugu vit gloyma at takka fyri allar tær flottu troyggjurnar hon hevur bundi til ommubørnini.
Mamma, tú hevur klárað teg fyrimindarliga væl við einum stívum beini. Er viljin til staðar, gongur alt.
Eg fari at ynskja mammu hjartaliga tilukku við teimum sjeyti og Guds ríku signing framyvir.