Sosialt forboðið at koyra við kenning

RÚSDREKKAKOYRING Tá ið tað verður sosialt forboðið at koyra bil við kenning, eru vit komin langt, sigur stjórin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd

- Tað skal vera sosialt forboðið at koyra bil við kenning.
Tað er eitt endamál, sum Ráðið fyr ferðslutrygd arbeiðir fram ímóti.
Og Sølvi Reinert Hansen, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, heldur, at rákið gongur nú tann vegin.
- Tá ið vit eru komin hartil, er rættiliga nógv vunnið í herferðini ímóti rúsdrekkakoyring, leggur hann afturat.
Hann fegnast um at talið á teimum, sum verða tikin fyri rúsdrekkakoyring, er minkandi.
Hann heldur avgjørt, at yvirhøvur eru fólk meiri tilvitað um, at tað verður ikki góðtikið at koyrt verður við kenning.
- At tað skal vera sosialt forboðið, merkir, at fólk sjálvi er tilvitað um, at tað er skeivt at koyra við kenning og at tey tí lata vera. Men tað merkir eisini, at fólk ansa eftir hvørjum øðrum og steðga onkrum, sum ætlar sær í bil við kenning.
Sølvi Reinert Hansen er samdur við løgregluna í, at átøkini, sum hava verið í skúlunum seinastu árini, hava virkað.
- Eg haldi, at tað hevur ordiliga sett seg hjá næmingunum, táið offur fyri rúsdrekkakoyring og høpisleysum ferðsluvanlukkum, eru komin á skúlan at greiða frá.
Ráðið fyri ferðslutrygd tók fult undir við, at promillumarkið varð lækkað niður í 0,2.
- Tað hevur elvt til, at tað loysir seg als ikki at spekulera í, hvussu nógv mann tolir at drekka og kortini vera koyriførur. Áður var var ikki óvanligt, at fólk roknaðu seg fram til, hvussu nógv tey toldu, uttan at koyrikortið reyk og so bleiv viðhvørt drukkið ov nógv. Nú er tann spekulatiónin burtur, tí nú ber ikki til at drekka nakað sum helst, sigur stjórin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Les eisini greinina: Vínið fer inn uttan at vitið fer út