Sosialurin hevði 175.000 krónur í avlopi

Ársúrslitið var 750.000 betri enn árið fyri

Sosialurin hevur havt aðalfund í dag, har millum annað ársroknskapur felagsins fyri 2023 varð góðkendur. Bruttoúrslitið hjá Sosialinum var slakar 5,5 milliónir krónur í fjør í móti góðum 5 milliónum í 2022. Úrslitið eftir skatt er 174.168 krónur í mun til eitt hall árið fyri upp á 585.000 krónur.

– Leiðslan væntar, at átøkini, sum eru sett í verk fyri at betra um rakstur felagsins fara at økja um ársúrslitið, og at eginognin á henda hátt kann endurreisast. Sum partur av átøkunum at víðka um inntøkugrundarlagið var Dimmalætting keypt 1. januar í fjør. Sosialurin eigur allan partapeningin í Sp/F Dimmalætting.

Eginognin hjá Sosialinum er negativ við 1,4 millión krónum í mun til slakar minus 1,6 millión krónur í 2022. Langfreistaða skuldin er eina góða millión krónur. Sosialurin rindaði góðar 5 milliónir krónur í lønum í fjør.