Sóu kakkulakkar umborð á Galaxy

Í dag sóu ferðafólk kakkulakkar á wc'inum umborð á Galaxy.

Tað var sambært Kringvarpinum dagin fyri, at Galaxy fór úr Grikkalandi fyri sløkum tveimum vikum síðani, at skipið varð reinsað fyri kakkulakkar, men tað kunnu ganga eini 20 dagar, áðrenn allir eru burtur, segði Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni, við Kringvarpið.

Hann segði eisini við Kringvarpið, at tað sjálvandi er óheppið við hesum kakkulakkunum, men tey fara at taka tað upp í morgin.

Dagin fyri, at Galaxy fór úr Grikkalandi, fyri 12-13 døgum síðani, varð skipið reinsað fyri kakkulakkar, men tað kann taka einar 20 dagar, áðrenn allir eru burtur, segði Niels Juel Arge.

Men í morgin fara tey á Strandfaraskipum Landsins at seta seg í samband við onkran, sum kann hjálpa at sleppa av við kakkulakkar, segði hann við Kringvarpið.