Bogi Eliasen, cand.scient.pol
Nú er dagurin endiliga komin, at Suðuroyggin fær nýggja samferðsluakfarið, skipið Smyril, at sigla millum Suðuroynna og Miðstaðarøkið. Glæsiliga Suðuroyggin, sum fyri gott 100 árum síðan var búskaparliga kraftsentrið í Føroyum, er í dag ein útjaðari, bæði landafrøðiliga og búskaparliga. Ein serlig Suðuroyðarætlan skal gerast fyri at fáa økið í gongd aftur, og fleiri eru helst av tí meting, at betraðir samferðslumøguleikar eru ein stórur partur av bæði trivnaði og vinnuligum møguleikum, sum t.d. ferðavinnan er partur av.
Binda oyggjar saman
Føroyar eru eitt oyggjaland og hevur søguliga verið merkt av, at ferðing ikki var løtt. Nýmótans undirstøðikervið hevur tó við sær, at partar av Norðoyggjum, Vágar og skjótt Sandoyggin verða partur av Miðstaðarøkinum og verða tí bæði fyritreytir og møguleikar í samfelagnum broyttir. Hetta merkir m.a. at undantikið smærri útoyggjum, so er tað bert Suðuroyggin sum ikki verður bundin føst í Miðstaðarøkið. Við nýggja Smyrli gerst talan tó um flótandi tunnil, sum í góðsku eigur at betra munandi um sambandið. Farleiðin fer tó at taka um hálvanannan tíma og Suðuroyggin verður tí verðandi langt frá miðstaðarøkinum, og helst ov langt til at fólk fara at vilja ferðast aftur og fram millum heimið og arbeiði ella skúla.
Mál við samferðsluni
Nýggja skipið skal síggjast í heildarhøpi og í teim tonkum, sum eru við framtíðar samferðslunetinum í Føroyum. Av hesum eru bæði undirsjóvartunnlar og skip partur. Tað er vist, at eitt nýmótans samfelag skal hava eitt gott undirstøðikervi. Men tað átti at verið eitt krav, at eitt mál var við hesum undirstøðukervinum sum eina partur av, hvørjar Føroyar vit ynskja at menna. Eitt veganet sum bindir meginpartin av Føroyum saman, kann brúkast til at fólk ikki neyðturviliga skulu búgva í høvuðstaðarøkinum fyri at arbeiða har. Tað kann eisini brúkast til at t.d at hava almennar stovnar aðrastaðni, eitt gott dømi er skipaeftirlitið. Tí ofta ber til at fáa bæði betri og bíligari bygningar uttanfyri Havnina.
Sum er, sær út til at Smyril skal sigla tvær ferðir aftur og fram millum Havnina og Suðuroynna, hóast ætlanin upprunaliga var eitt hæggri túratal. Eitt uppskot er eisini lagt fyri Løgtingið, um at Smyril skal sigla minst tríggjar túrar um dagin.
Flótandi tunnil
Tað er ein frøi at síggja gleðina í Suðuroy um endiliga at fáa eitt skip, sum er bæði tíðarhóskandi og bygt til farleiðina. Til ber ikki fyri rímiligan pening, enn í hvussu so er, at gera ein undirsjóvartunnil til Suðuroy, men nú verdur talan kanska um ein flótandi tunnil. Skipið er stásiligt, tekur nógv ferðafólk og gott pláss er fyri bæði bilum og trailarum. Skipið er sostatt vælegnað til flutning av bæði fólki og frakt til og úr Suðuroynni og eitt umráðandi amboð til at reisa Suðuroynna aftur. Men Smyril er ikki sjálv loysnin.
Skipið hevur størri møguleikar fyri vinnuna, at flyta t.d. fisk, soleiðis at lættari verður at hava vinnu í oynni. Tað ger eisini, at tað ber til at arbeiða í Havnini og sigla ímillum, hóast ferðatíðin gerst minst tríggjar tímar. Fyri næmingar á lærustovnum í Havn kann ferðatíðin umborð á Smyrli brúkast til heimaarbeiði í skúlanum. Til dømis hevur ferjan millum Frederikshavn og Læsø, ið eisini hevur eina siglingstíð uppá hálvanannan tíma, innrættað lesirúm, so hesin møguleikin er til.
Øktir møguleikar
Við tí tøkni, sum í dag er møguligt, er talan í veruleikanum eisini um, at landið hugsar um tøkniligt kerv. Møguleikarnir við teldu og telefon gera, at tað í dag ber til at skipa fjarstøðuarbeiðspláss. Ein møguleiki er, at fólk sum t.d. hava hug at búgva í Suðuroy, sleppa at sita heima og arbeiða tveir ella tríggjar dagar um vikuna, og kunnu so ferðast í millum hinar dagarnar, um tey hava arbeiði sum egnar seg til hetta. Fleiri fyrimunir eru við slíkum leisti. Arbeiðsloysi í Suðuroy er høgt, og tí kann verða torført hjá báðum í einum parlagi at finna arbeiði í oynni, men við at hyggja at teim møguleikum nýggja ferjan og tøknin geva, eigur at verða farið meira progressivt til verka. Samfelagsligi ágóðin er, at vit gagnnýta størri part av landinum, fólk fáa betri møguleika at búgva har tey helst vilja og verða nærri familju og vinum, og ikki minst óneyðuga bústaðartrýstið á Havnina og harvið tálming av prísunum. Fólk við útbúgving kunnu koma aftur til heimbygdina, og sjálvt um tey ikki arbeiða har, kunnu tey verða við í at menna og styrkja útjaðara- og bygdasamfeløgini.
Tilvitaðar raðfestingar
Gongur alt eftir ætlan, er um nøkur ár fast samband millum Eysturoynna, Streymoynna, Vágar,, Sandoynna, partar av Norðoyggjum, og so eitt munandi betri sjóvegis samband til Suðuroynna. Sum sagt er tað neyðturviligt hjá einum nýmótans samfelagi at hava eitt gott undirstøðikervi, men tá slíkar raðfestingar verða gjørdar, er alneyðugt eisini at hugsa um, hvat endamálið við undirstøðikervinum er, og soleiðis raðfesta út frá vitan og ætlanum. T.d. er neyðugt at vita, um okkara samfelagsvirðir leggja høvuðsdentin á góðar vegir, so vit oftari kunnu vitja familju, ella at tað eisini er fyri at tað skal verða møguligt at búgva einastaðni og arbeiða aðrastaðni.
Smyril er bert eitt amboð
Suðuroyðingar fáa við hesum eitt stásiligt skip, eitt innanoyggja cruise skip, gjørt til at klára torføru nátturuna á siglingarleiðini. Men skipið er bert eitt amboð, serliga hjá suðuroyingum, men eisini hjá okkum øllum øðrum í Føroyum. Nýggi Smyril loysir ongan trupulleika, um vit ikki seta okkum fyri at gagnnýta teir møguleikar, hann letur upp. Við opnum sinni, íblástri og samstarvi, kann nýggi Smyril gerast eitt Southern Cruise, sum leggur grundarsteinin til at vit byrja at brúka okkara samferðslukerv nógv betri. Har kundi tað almenna t.d. gingið á odda at gera skipanir við partvísum heimaarbeiðsplássum, har hetta er møguligt. Men eisini í einari heildarmeting, um tað er samfelagsgagnligt at hava størri túratal fyri Suðuroynna og samfelagið sum heild, og henda metingin skal verða meira umfatandi enn bert størri oljuútreiðslur. T.d. er hugskotið hjá Jógvan við Keldu um ókeypis eykatúrar fyri at fáa gongd á nýtsluna av hesum møguleika, eitt stig rætta vegin.Samferðslulig stórhending