Spania flytur 500 gentur úr Ceuta til meginlandið

Spanska stjórnin arbeiðir við einari skundætlan, sum skal flyta 500 ungar kvinnuligar tilflytarar úr Ceuta til spanska meginlandið.

Marokkanskar kvinnur og gentur hava sligið tjøld upp við ein veg í sponsku enklavuni Ceuta. Mynd: Maria Alejandra Cardona/Reuters

Spanska stjórnin arbeiðir við at flyta 500 gentur uttan fylgjarar úr Ceuta í Norðurafrika til spanska meginlandið.

 

Tað skriva El País og Cadena SER.

 

Genturnar vóru millum tíggjutúsundtals fólk, sum komu úr Marokko til sponsku enklavuna síðst í juli. Mett verður, at millum 50.000 og 70.000 fólk komu um markið. Størsti parturin fór aftur til Marokko næstu dagarnar.

 

Umleið 8.000 fólk vóru framvegis í Ceuta í síðstu viku. Spanska stjórnin metti tá, at 2.500 teirra vóru børn og ung undir 18 ár. Millum hesi vóru umleið 600 gentur.

 

Sambært sponskum lógum hevur staturin skyldu at taka sær av fylgdarleysum børnum, sum koma til spanskt øki.

 

Tað er spanska barna- og ungdómsmálaráðið, sum saman við myndugleikunum í Ceuta og barnaverndarfelagsskapum fyrireikar flytingina.

 

Ætlanin kemur stutt eftir, at ES-nevndin segði, at fólk, sum vóru komin ólógliga til Ceuta, skuldu sendast aftur til Marokko.

 

Spanski innanríkisráðharrin, Fernando Grande-Marlaska, segði í síðstu viku, at fólk, sum koma ólógliga til Ceuta ella Melilla, ikki sleppa víðari til spanska meginlandið.

 

– Øll, sum koma ólógliga til Ceuta ella Melilla, vita, at tey verða send aftur, tí Spania og Marokko samstarva um hetta, segði hann sambært The Guardian.

 

Fleiri evropeisk lond hava funnist at Spania eftir stóra tilflytarastreymin. Millum annað hevur italska forsætisráðfrúan, Giorgia Meloni, stúrt fyri, at fólkini kunnu ferðast víðari norður í Evropa.

 

Ceuta er tó ikki partur av Schengen-samstarvinum eftir somu treytum sum spanska meginlandið. Fólk kunnu ikki ferðast haðani til meginlandið uttan samleikakanning.

 

Marokkanskar kvinnur og gentur hava sligið tjøld upp við ein veg í sponsku enklavuni Ceuta. Mynd: Maria Alejandra Cardona/Reuters