Eitt spanskt ferðafólk, sum er í sóttarhaldi á hernaðarsjúkrahúsinum Gomez Ulla í Madrid, er testað positivt fyri hantavirus.
Tað boðar heilsumálaráðharrin í Spania, Monica Garcia, frá í einum uppslagi á X.
Heilsumálaráðið legði dent á í eini fráboðan, at fleiri kanningar verða gjørdar og at eitt endaligt úrslit verður klárt komandi tímarnar, skrivar tíðindastovan Reuters.
Tað eru fleiri enn 13 spanskir ríkisborgarar í sóttarhaldi á sama hernaðarsjúkrahúsi í spanska høvuðsstaðnum, og teir eru allir kannaðir negativir, upplýsir ráðið.
Positiva ferðafólkið hevur eingi sjúkueyðkenni fyri virusið og hevur tað gott, varð eisini upplýst.
Áðrenn fráboðanina um spanska ferðafólkið segði Heimsheilsustovnurin WHO, at tilsamans átta tilburðir vóru staðfestir í útbrotum, og tveir afturat vóru flokkaðir sum "sannlíkir". Tað skrivar AFP.
/Ritzau/









