Djúpvatnstrolararnir, Steintór og Niels Pauli, hava báðir verið á beding hjá MEST í Havn, og tá skipini loysa aftur, fara tey at partrola eftir upsa. - Vit ætla okkum í fyrsta lagi at gera hesa royndina í vár, sigur skiparin á Steintór seinastu 22 árini, Jákup Pauli Hammer.
Hann vísir á, at Steintór og Vesturbúgvin vóru á gulllaksaveiði nakrar túrar í summar, tá Eysturbúgvin, sum annars partrolar saman við Vesturbúgvanum, breyt motorin og misti stóran part av gulllaksavertíðini.
Steintór hevur eisini gjørt onkra aðra roynd við partroli, eitt nú saman við øðrum partrolarunum í Hvalba, tá hin hevði trupulleikar við motorinum. Haraftrat vóru Steintór og Niels Pauli ein túr í heyst á makrelveiði.
Jákup Pauli Hammer sigur, at Steintór spardi umleið 40% í
oljuútreiðslum, tá skipið í summar var á gulllaksaveiði saman við Vesturbúgvanum.
- Við partroli brúka vit ikki lemmar, men ketur, so her eru eisini sparingar við reiðskapi, sigur royndi skiparin, sum er spentur upp á hesa royndina saman við Niels Paula.
Steintór kom sum nýbygningur á Hvalba tollaksmessudag í 1985 ? og Niels Pauli kom tollaksmessudag í 1983.
Sum skilst, ætla teir, sum eiga djúpvatnstrolararnar, Rankan og Phoenix, eisini at fara at partrola.