Spice Girls syngja fyri Drotningini

Í samband við, at bretska Drotning Elizabeth í næstum hátíðarheldur sín 60 ára dag sum Drotning í Bretlandi, verða Spice Girls aftur at síggja á palli saman.

 

Tað er 4. Juni í ár, at Drotning Elizabeth hevur verið Drotning í 60 ár, og hátíðarhaldi verður í Buckingham Palace, har Spice Girls skulu framføra fyri kongaligu familjuni.

 

Tað avdúkaði Mel B í einari samrøðu við eina avstralska sjónvarpsrás, tá ið hon varð spurd um Spice Girls skulu framføra saman aftur í samband við OL í London.

 

Sambært The Sun og bt.dk svaraði songkvinnan, at hon gleðir seg mest til at syngja fyri Drotningini í summar.

 

Og eftir hesa útsøgn staðfesti Mel B fyri fjølmiðlafólkunum, at hon fór at fáa trupulleikar fyri at hava avdúkað framførsluna.

 

The Spice Girls var ein tann best umtókti bólkurin í 90’unum, tá ið tær gjørdist kendar kring allan heimin við hittum sum Wannabe, Stop og 2Become1.

 

Tær fimm genturnar í bólkinum fóru hvør til sítt í ár 2000, og í 2007 hittust tær aftur til eina konsert rundferð.