Um eftirskúlarnar Brúgvin og Føroya Eftirskúli á Tvøroyri
Í Vági hava okur eina sóslskinssøgu, Ítróttarháskúlan.
Í grannabygdini hava okur Føroya Eftirskúla og í grannaoynni hava okur eftirskúlan Brúgvin, harav tann fyrri, Føroya Eftirskúli, bløðir av uttanífrákomandi ávum.
Hesir skúlarhava teirra játtan á fíggjarlógini, harav tann eini parturin uppá kr. 350.000 er knýttur at einari royndarverkætlan við lærara í føroyskum, til næmingar, ið hava annað móðurmál enn føroyskt. Har fari je at spyrja fíggjarnevdina, um ikki ber til at orðað krøvini til at gagnnýta hesa játtan øðrvísi, tí til dato hevur hvørgin skúlin fingið lut í øðrum enn einum brotparti av hesari játtan.
-----------------------------------------------------
Ein óveruligur fólkavøkstur.
Hagtølini yvir ríkisborgaraskap hjá persónum í Føroyum og sokallað bústaðartilknýti benda á, at síðstu fýra árini er tilflytingin broytt frá í stóran mun at vera føroyingar,sum flyta til landið,til at vera útlendsk arbeiðsmegi, sum kemur til. Síðstu fýra árini eru í miðal um 150 fólk (netto) við bústaðartilknýti flutt úr Føroyum, og í miðal eru um 400 fólk (netto) uttan bústaðartilknýti flutt til landið.
Hetta eigur at fáa okkum at vakna og skipa tilflytingina ørðvísi
-----------------------------------------------------
Ein oyggj bløðir.
Sandoyggin hevur longu fingið sín ágóða av tunlinum. Frá 1. august 2024 til 1. august 2025 hevur fólkatalið flutt seg frá 1.301 til 1334. Tó er burðaravlopið minus 12, men tað vóna okur, at økta fólkatalið fer at broyta.
Men Suðuroyggin, vakra Suðuroyggin! Har minkaði fólkatalið í sama tíðarskeiði frá 4.565 til 4.531, tvs. at haðani fluttu 34, og at har var burðaravlopið enn verri, minus 35.
--------------------------------------------------------
Príseftirlit:
Úr uppskotinum lesa okur, at hagtøl yvir innflutning higartil í ár benda á, at innflutningurin helst veksur 4-5% í ár, sammett við í 2024, og at orsøkin er, at prísurin er hækkaður á matvørum.
Tí takka okur fyri at samgongan ætlar at geva MVG frítøka á eplir, grønmeti og smábarnablæur. Men her má eg spyrja, hví bara hesi trý? Ein máltið, t.d. døgurði, hjá barnafamiljum, inniheldur annað og meira enn eplir og grønmeti.
Og hvørja trygd hava okur fyri, at lættin fer at síggjast aftur hjá øðrum enn søluliðinum?
--------------------------------------------------------
Hækkað avgjøld
Í hinum endanum hava okur avgjøldini- har hevur man gjørt av at leggja avgjøld á snús og tubbakk- og takk fyri tað.
Men hesi avgjøld burdu verði væl hægri, um hugsað verður um tann stóra og kostnaðarmikla heilsuvandan, sum hesi rúsevni hava við sær. Seks krónur afturat fyri cigaretpakkan kundu saktans verði 26 krónur ella meiri. Tað vildi bjarga mannalívum.
---------------------------------------------------------
Kringvarp Føroya
Samgongan metir, at Kringvarp Føroya skal hava eyka játta, hesuferð 3. mió. til tøkniliga útgerð.
Játtanir kringvarpsins frammanundan eru 4.070 mió. árliga til at halda og reka kringvarpssendistøðir,
88 mió. beinleiðis fær Kringvarpið via TAKS frá lurtarum og hyggjarum, stuðul til framleiðslu av føroyskum loftmiðlatilfari er kr. 785.000 og rakstrarjáttan er uppá kr. 900.000.
Samanlagt er hetta tætt við kr. 100 milliónir
Og so reypa tey sær av at stuðulin til allar hinar miðlarnar at kappast um er hækka til 4.9 mió.
Miðflokkurin heldur, at tíðin er komin at lata skattagjaldaran, lurtaran, hyggjaran, tvs. vanliga føroyingin sjálvan, gera av, hvat hann ella hon, við peningi sínum, ynskja at lurta eftir ella hyggja at.
Annar skal tað ikki vera loyvt hjá journalistum o.ø. starvsfólkum at klæða teirra politisku hugsjónir inn í tíðindi, sum tey lesa út í hvørt heim í Føroyum.
At hugsa sær til, uttan at blúgvast bera føroyskir journalistar tíðindir til vanliga føroyingin frá heilsumyndugleikunum hjá hamas- tvs. terrorristum.
------------------------------------------------------
Talgilda heilsuskipanin:
Um talgildu heilsuskipanina lesa okur, at tilsamans er brúk fyri 15 mió. kr. til kravfestingina og fyrireikandi arbeiðið av verkætlanini, at nýtslan verður mett til 5 mió. kr. í 2025, at framfluttar verða 7 mió. kr. í óbrúktari játtan, og at tøka játtanin tískil er 11 mió. kr. í 2026.
Mett verður, at fyrireikandi arbeiðið verður liðugt á heysti 2026.
Men síðani lesa okur, at brúk er fyri kr. 31. mió. í 2027 og kr. 38. mió. í 2027.
Spurningur mín er tí: Hvør verður samlaði kostanaðurin av talgilda heilsuskipanini, sum skal avloysa núverandi Cosmic?
---------------------------------------------------
Suðuroyar apotek.
Hava tit umhugsa at byggja nýtt?
Vit lesa, at bygningurin hjá Suðuroyar apoteki er illa fongdur av soppi. Bygningurin er 555 fermetrar til støddar, og neyðugt verðurat gera eina høvuðsumvæling av øllum bygninginum. Kostnaðarmeting fyri høvuðsumvælingina er tilsamans 13,3 mió. kr. Endurhýsing av virkseminum, prosjektering og fyrireiking av arbeiðinum er mett at kosta 4,5 mió. kr.
Spurningur mín er- hví ikki byggja nýtt apotek? Eitt apotek, sum kann nøkta tørv suðringa, eitt apotek við stórum goymslumøguleikum og kanska, áðrenn vit vita av, eisini við framleiðslumøguleikum.
------------------------------------------------------------
Suðriartunnilin er ikki við í raðfestingunum
Høvuðsraðfestingar- og aðrar raðfestingar hjá samgonguni eru:
Barnafrádrátturin, sum hækkar við 1.500 kr. fyri børn 0-6 ár og 1.000 kr. fyri børn 7-17 ár, (hugaligt at síggja hetta uppskot Miðfloksins frá samráðingum í summar verða sett í verk).
KT supportara útbúgving
Berarakanningar -til tey, sum eru berarar av ávísum deyðiligum ílegusjúkum
Tjóðpallurin
Savnsgull
Film
Tónleikur
Veðurlagsráð
WTO
Trygd og verja
osv., osv.
… men Undirsjóartunnilinsuðriar sæst ikki millum hesar raðfestingar.
Hví?
Annars staðfestir fíggjarlógin veruleikan vit vita, at suðriarleiðin hvørt ár hevur eitt undirskot uppá kr. 80 mió. Hartil kemur so eisini viðlíkahald, og 30. hvørt ár kostnaðurin, av einum nýggjum Smyrli.
-------------------------------------------------------
Radarin:
Kundi landsstýriskvinnan greitt eitt sindur frá tí, sum er skrivað um radaran, sum Føroyar í 2021 gjørdu avtalu við danir og NATO um.
Har stendur: “Í næstum verður gjørd leiguavtala millum Landsverk og donsku verjuna í sambandi við, at radarin, sum landsstýrið gjørdi avtalu við danska verjumálaráðið um fyri nøkrum árum síðani, ætlandi skal setast upp í 2028”.
--------------------------------------------------------------------------
Landsins ognir:
Gongur man ein túr í Hoydølum sæst tíverri at bygningarnir tørva røkt, tó ikki teir, sum skrivað verður soleiðis um í uppskotinum: ”Landið leigar tveir bygningar í Hoydølum út til mentanarlig endamál og tílíkt. Inntøkurnar fara til at reka ognirnar og til átrokandi viðlíkahald av ognunum í Hoydølum”.
Men so lesa okur víðari um bygningarnar í Hoydølum:
”Høvuðsbygningurin í fyrrverandi studentaskúlanum og lonirnar verða eftir ætlan avhendaðar til Tórshavnar kommunu í 2026”,
men seinni í uppskotinum, undir barna og útbúgving, lesa okur:
”ætlaða sølan av pørtum av Hoydølum til Tórshavnar kommunu er slept. Síðani er avgerð er tikin um, at Almanna-og mentamálaráðið skal yvirtaka bygningarnar í Hoydølum. Treytaða skeyti millum Føroya Landsstýri og Tórshavnar kommunu er tískil fallið burtur”.
Hvussu skal hetta skiljast, hvat er tað rætta av hesum?
----------------------------------------
Ávarðað varð móti júst hesum
Kann Landsstýrismaðurin greiða okun frá, hvussu gongst við málinum um løn undir útbúgving?
Okur lesa í fíggjarlógaruppskotinum, at: “Áðrenn skipanin kann fara í gongd, mugu partarnir á arbeiðsmarknaðinum, t.v.s. fakfeløg og arbeiðsgevari, gera neyðugar sáttmálar fyri starvsfólk og áseta ávísa minstuløn fyri starvsfólk, ið skulu hava løn undir útbúgving”.
Júst hesum varð ávarað ímóti, áðrenn uppskotið varð samtykt, vit vístu á, at tað ikki var fullgjørt. Og nú standa tær og teir, sum gleddu seg til hesa útbúgving, við ongum.
Hví?
Og hvat ætlar man at gera fyri at hjálpa hesum vónbrotnu?
-----------------------------------------------------------
Er nøkur slík á veg?
Okur lesa um Heilsutænastur í nærumhvørvinum, at hesar virka sambært Løgtingslóg nr. 66 frá 28. apríl 2025 um at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgaranum. Í lógini ersett, at tað skal bera til at seta á stovn royndarskipanir innan heilsutænastur í nærumhvørvinum.
Spurningur mín til landsstýriskvinnuna er, um nøkur slík ”heilsutænasta í nærumhvørvinum” er sett í verk- ella er á veg?
--------------------------------------------------------------
Status viðv. H. bygninginum.
Nýggi sjúkrahúsbygningurin flytur føroyska sjúkrahúsverkið inn í eina nýggja tíð og veitir tíðarhóskandi karmar fyri sjúklingar og starvsfólk, sum flyta inn í nýggja bygningin, umframt at onnur viðgerðarøki fáa munandi betri hølisumstøður enn í dag.
Kann landsstýriskvinnan siga meira um, hvussu nógvar deildir eru fluttar inn í bygningin og hvussu stórur partur er tikin í nýtslu?
-------------------------------------------------------------------
Oyggjaleikir í Føroyum í 2027 hava fingið játtaðar 15 mió. á landsins fíggjarlóg. Tá hendan játtan varð givin, varð av fleri okra lagdur dentur á, at skuldu almennu Føroyar fíggja, so skuldu hesir leikir koma øllum teimum til góðar, tvs. runt Føroyar, sum gjøgnum skattin fíggja. Tí loyvi je mær at spyrja, hvørjir leikir verða staðsettir í Suðri.