Sálarfrøðilig hjálp skal út á skúlarnar og stovnarnar kring landið, soleiðis at sálarheilsan hjá ungum føroyingum verður betur. Tað er ynski hjá skúlastjóranum og løgtingsmanninum frá Javnaðarflokkinum, Jóhannis Joensen, ið hevur lagt lógaruppskot fram um at seta í verk skipan við økissálarfrøði.
Hann vónar, at hetta kann vera við til at fyribyrgja avleiðingum av ymsum slag, sum kunnu standast av sálarligum avbjóðingum sum eitt nú angist og tunglyndi.
– Spurningurin er, um vit fyribyrgja nóg væl, segði hann á tingsins røðarapalli í gjár og vísti á, at bíðilistarnir til sálarliga viðgerð í dag eru alt for langir, og tað tí er ringt at fáa tey ungu aftur á rætt kjøl.
– Bíðar mann í eitt hálvt ella heilt ár, tá er skaðin longu hendir. Tá er tað longu innleggingin, sum verður tað næsta, segði hann og vísti á, at hetta kostar nógv, og tí er betur at lofta teimum ungu, áðrenn tey detta niður ímillum, og at hetta lønar seg peningaliga í longdini.
Ikki heilt samd um leistin
Allir hinir uppmøttu løgtingslimirnir í tingsalinum gjár tóku undir við, at vit eiga at raðfesta sálarliga heilsu enn meira. Men tað var tó ein lítil skepsis at hóma millum nakrar tinglimir.
Rósa Samuelsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, dámdi væl tankan við uppskotinum, men hon vísti á, at vit í núverandi løtu hava so nógvar ymsar skipanir, og at tað kann vera ringt at finna runt í hesum.
– Vit eru noydd til at hyggja at teimum skipanum, sum vit hava, segði tingkvinnan, sum helt mann eigur at hyggja meira breitt at tí yvirskipaða trupulleikanum.
Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkinn setti spurnartekin við, hví tey ungu ikki hava fingið tað nógv betur, nú so nógv tilboð eru sett í gongd seinastu tíðina, sum hann tók til. Tí kanska kunnu nøkur onnur ting ávirka sálarheilsuna hjá teimum ungu, og sálarfrøðingar kunnu ikki loysa allar trupulleikarnar, helt hann fyri.
– Eg eri sannførdur um, at tað eru nøkur heilt onnur grundleggjandi ting, sum føra til mistrivnaðin millum ung. Og ikki bara mangulin upp á sálarfrøðingar, segði Steffan Klein Poulsen.
– Vit kunnu ikki brúka so nógvar pengar og forvænta, at alt verður betur so. Tað er meira komplekst enn so, segði hann.
Ungi tingmaðurin hevði trupult við at gjøgnumskoða, hvat tað er, sum elvir til ringu sálarstøðuna hjá ungum føroyingum og tók dømi um splittaðar familjur, vaksandi tal av skyldmissum og sosialir miðlar.
– Tað er eisini ein eginábyrgd. Er tað onkur grundleggjandi misrøkt av sær sjávlum, sum førir til hetta, segði hann, leyst endurgivið. Her meinti hann við, at borgarin má vita, at hann hevur ábyrgd av sær sjálvum, og at øll ábyrgdin ikki má kastast á sálarfrøðingarnar at loysa trupulleikarnar.
– Hetta er øgiliga einfalt
Í uppskotinum mælir Jóhannis Joensen til at skipa Føroyar í sjey økir, har fastir sálarfrøðingar verða partur av einum økistoymi, sum skal fyribyrgja keðiligum gongdum innan barnagarð, skúla og miðnám.
Jóhannis Joensen helt, at mann eigur at broyta skipanina, um hon ikki riggar. Tí hann heldur, at mann eigur at hava skipanina fyri barnsins skyld.
– Í mínari verð er hetta øgiliga einfalt. Eg síggi tað á skúlunum. Næmingarnir og børnini hava avbjóðingar. Onkur skal koma út at hjálpa teimum og loysa problemið, heldur enn at lata tey standa á einum bíðilista og bíða í fleiri mánaðir ella ár, segði Jóhannis Joensen.