Spyr um samgongan fer at lækka prísin á bensini og diesel

Fer samgongan at lækka avgjaldið á bensini og á diesel?

 

Tað er spurningurin, Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, nú vil hava Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, at svara upp á.

 

Bjørn Kalsø vísir á, at eitt tað fyrsta samgongan gjørdi, tá hon tók við, var at hækka avgjøldini á diesel og bensin, ávikavist 25 og 30 oyru. Grundgevingin var, at oljuprísirnir vóru lækkaðir nógv og tí toldu fólk at avgjøldini vórðu, sigur hann.

 

– Seinasta árið eru oljuprísirnir hækkaðir støðugt og eru nú aftur rættuliga høgir. Tað kostar knappar 11 krónur at keypa ein litur av bensini, og liturin av diesel er lítið bíligari, staðfestur Bjørn Kalsø.

 

Tí verður spurt um ætlanin nú er at lækka avgjøldini aftur, og hann vil eisini hava at vita, hvussu stór inntøkan hjá landskassanum hevur verið av tí, at avgjøldini hækkaðu.