Politikkur
Heri á Rógvi
Kl. 10 mánamorguni fór formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, á fund við sitandi samgongu. Hetta skuldi eftir ætlan vera byrjanin til realitetssamráðingarnar millum sitandi samgongu, t.e. Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin.
?Eg fór á fund, tí eg hevði fingið fundarboð, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann hevði longu frammanundan greitt frá, at hann hevði einki ynski um at vera til ?at lappa saman? sitandi samgongu. Undan fundinum hevði hann gj?rt avtalu við hinar báðar andst?ðuflokkarnar, Sambandsflokkin og Miðflokkin, at hesir flokkar stóðu sum ein maður til samráðingarnar.
Tá hesir flokkara eiga 16 tingmenn, so merkir tað, at hv?rgin parturin eigur meirilutan og tað stendur púrasta á j?vnum.
Tingformansrundu
Eftir tann rímiliga stutta fundin við sitandi samgongu segði Jóannes Eidesgaard, at andst?ðan ynskti eina tingformansrundu. Tað skal so vera hendan rundan, ið skal gera av, hv?r skal royna at skipa eina samgongu. Hann gj?rdi greitt, at avtalan millum andst?ðuflokkarnar var galdandi til eina tingformansrundu.
Anfinn Kallsberg ?tlar tó ikki at gevast í royndunum at skipa samgongu júst enn.
?Ein tingformansrunda kann l?tt seta okkum í somu st?ðu, sum vit eru í. Eg havi tað mandatið, ið skal til fyri at skipa eina samgongu, og hetta ?tli eg eisini at royna. Í skrivandi stund var eingin avgerð tikin um, hv?rji leið, ið l?gmaður ynskti at royna.
L?gmaður skifti eitt sindur runt við at tosa um samgonguna saman og flokkarnar s?r. Hann hevur tó roynt eftir einum breiðum grundarlag við sitandi samgongu, men hetta s?r tó ikki út til at fara at eydnast.
Virða fólkið
Eftir fundin við l?gmann og samgonguna segði gj?rdi Jóannes Eidesgaard greitt, at andst?ðan stóð sum ein maður til eina l?gtingsformansrundu, ið er teirra ynski, sum st?ðan er nú.
?Vit mugu virða fólkið. Vit hava havt eitt l?gtingsval í F?royum, og hetta mugu vit virða. L?gmaður ger m.a., at vit ikki hava m?guleika fyri einari heimastýrissamgongu. samgongu, Jóannes Eidesgaard.
Í skrivandi stund visti l?gmaður ikki, hv?rji leið, hann vildi taka, men hann heldur seg ikki aftur við at royna.
?Avtalan við Sjálvstýrisflokkin stendur við, sigur Anfinn Kallsberg.
?Hetta er alt partur av politisku telvingini, sigur Anfinn Kallsberg.
Jóannes Eidesgaard úttalaði seg vegna andst?ðuna fleiri ferðir. Hann segði tó, at andst?ðan onga st?ðu hevði tikið, hv?nn teir vildu peika á í einari m?guligari tingformansrundu.
Bólturin liggur nú hjá Anfinn Kallsberg, og vit kunnu bert bíða eftir, hvat hann fer at gera.
Mynd:
Jóannes Eidesgaard og Anfinn Kallsberg komu út at hitta fj?lmiðlarnar eftir fundin millum Jóannes Eidesgaard og samgonguna. St?ðan er fastl?st sum er, og lítið bendur á, at l?gmaður hevur hug at royna eina heimastýrissamgongu.
Mynd: Finnur Justinussen.