Stýrir Grønland føroysku fiskivinnuumsitingini?

Viga grønlendsk/donsk áhugamál tyngri hjá landsstýrinum enn kreppan í føroyska rækjuflotanum

Jákup Egholm Hansen
???????????????????

Seinastu nógvu árini hava føroyskir politikarar rópt um kapp um studningsfría vinnu, og at teirra uppgáva er at skapa karmar fyri sjálvberandi vinnu. Alt gott um tað. Men hvat eru tað so fyri karmar sum politikarnir hava útvega kreppurakta rækjuflotanum ?. Fyri fiskiskap kann "karmar" neyvan verða annað enn kvotur ella veiðumøguleikar. Og her er ringt at fáa eyga á nakrar víðkaðar karmar, tí meðan rækjuveiða í Norðuratlantshavinum síðani 1970 er vaksin við 1600% úr 25.000 tonsum til uml. 400.000 tons nú, so eru rættindini hjá føroysku rækjuskipunum heldur minkaði enn vaksin hesi 30 árini.
Hetta er ein stór orsøk til, at rækjuflotin er í eini so truplari støðu sum hann er, og tí er heldur ikki ov nógv kravt, at núverandi politikarar við ymiskum tiltøkum av álvara tryggja, at rækjuflotin kann fóta sær aftur.

Grønlendsk smáligheit
Men hetta gerst ikki, um landsstýrið letur sín fiskivinnupolitikk á m.a. NAFO og NEAFC-økinum stýra av Grønlandi.
Føroysk skip hava við tógvi stríð og fyri ein høgan prís vunni sær søgulig rættindi til rækjukvotu á Grand Bank. Men hóast hetta økið einans er opið fyri rækjuveiðu 6 1/2 mánaða um árið, so eru longu 3 mánaðir farnir uttan at føroysku skipini eru sloppin í gongd. Og sambært landsstýrinum er orsøkin at Grønland forðar fyri hesum. Hetta landið, sum hevur yvir 100.000 tons av rækjukvotu í egnum sjógvi, leggur forðingar í vegin fyri at føroyingar kunnu fiska síni uml. 1.200 tons, tí teir vilja hava eini 400 tons burturav. Ófatuligt at landsstýrið og danska uttanríkismálaráðið vilja latað slíka grønlendska smáligheit um seg ganga, men tað er júst tað sum hendir. Hevði Grønland so liva upp til fiskiveiðuavtaluna millum Grønland og Føroyar um, at føroysk skip skulu kunna keypa rækjukvotur frá grønlendskum skipum, so kundi ein kanska tosa um eitt slag av javnvág, men tað ger Grønland ikki. Slíkar avtalur verða politiskt forðaðar í Grønlandi. Teir velja heldur at selja komandi ES-limum úr Baltalondum hesar kvotur. Og óndar tungur vilja verða við, at teir verða væl stuðlaðir av einstøkum reyputum føroyskum yvirmonnum við grønlendskum skipum.
At Grønland eisini leggur forðingar fyri føroysk áhugamál í NEAFC átti at fingið bæði føroyskar og danskar myndugleikar at raknað við.

Grønland forðar føroyskum skipum
Og ikki nóg mikið við tað. Tey føroysku skip sum av sínum eintingum royna at víðka um sínar karmar við at keypa sær kvotur frá øðrum londum á NAFO-økinum, fáa noktandi svar frá landsstýrinum. Grundgevingin er, at Grønland og uttanríkismálaráðið eru ímóti, og at hetta brýtir við princippir hjá myndugleikunum í Danmark, Grønlandi og Føroyum. Men hvat í allari víðu verð skulu vit brúka princippir um rækjuveiðu á NAFO-økinum til, tá ongi skip verða eftir ?. Og tað verður endin um landsstýrið ikki tekur annað skinn um bak. Men tað passar ivaleyst sum fótur í hosu fyri grønlendsku rækjuvinnuna, er kanska júst tað teir vóna.

Floyals-handskarnar av
Tíðin er fyri langari tíð síðani komin, har føroyskir myndugleikar taka floyals-handskarnar av í millumlanda fiskiveiðumálum, og sjálvir seta nøkur mál út í kortið, eins og íslendingar og norðmenn gera, uttan mun til hvat Grønland, Danmark, Canada og aðrir siga. Tað er niðurbrótandi fyri vinnuna at vita sær, at okkara landsstýrið tekur donsk og grønlendsk áhugamál framum karmar fyri kreppuraktu rækjuskipini
Ein embætismaður í landsstýrinum segði einaferð, at vit máttu royna at seta okkum inní hvussu grønlendingar hugsa í málinum um kvotabýtið á Grand Bank. Tað kann væl verða at vit eisini skulu gera tað, men tað er uppá tíðina, at okkara egna landsstýrið eisini setir seg inní hvussu føroyska rækjuvinnan hugsar og hevur tørv á, tí tað má alt annað líka hava størri týdning enn hvat grønlendingar hugsað.