Størri, tryggari og betri útgjørdur VW Golf

VW Golf, sum í sínari tíð avloysti gomlu VW Bobluna (Type 1), kom fyrstu ferð á marknaðin í 1974. Nú er fimta generatión av VW Golf á veg, sum verður ein størri, tryggari og betri útgjørdur bilur

VW Golf er ein bilur, sum flestu bilar í sama klassa altíð hava kappast við. Bilar í hesum klassanum verða vanliga nevndir Golf-klassin. Nýggi VW Golf verður bygdur yvir sama plattform sum VW Touran, sum júst nú er komin á marknaðin, og nýggja Audi A3. Felags fyri allar Golfarnar, sum eru komnir síðan 1974, er at tá eitt nýtt modell kemur á marknaðin, skal tað verða ein eyðkendur Golf, tað vil við øðrum orðum siga at broytingarnar eru ikki so ovurstórar. Soleiðis er eisini hesaferð, men nýggi Golf verður ein størri, tryggari og betri útgjørdur bilur. Nógvir lutir vera úr aluminium og ein betrað fjaðraskipanin og betri koyrieginleikar. Motorarnir verða TDI diesel- og FSI bensinmotorar, allir við beinleiðis innspræning.
VW hava kuldatestað bilin á grønlendska innlandsísinum og hitatestað hann í Suðurafrika. Bilurin verður annars frumsýndur á altjóða bilaframsýningini í Frankfurt í heyst.

Kelda: FDM / Motor