Stórsigur til Ukraina

Eitt av føroysku mótstøðuliðunum í komandi undankappingini er Ukraina, og teir løgdu bragdliga fyri, tá teir í gjár spældu venjingardyst móti Aserbadjan. Voronin, Nazarenko, Rotan, Gusev, Vorobei og Bielik vóru málskjúttar í dystinum, sum endaði við ikki minni enn 6-0 til Ukraina. Støðan í hálvleikinum var 4-0.