- Hetta gevur ábendingar um, at Føroyar eru væl á veg at gerast eitt attraktivt og forkunnugt ferðamál hjá einstaklingum og bólkum sum ynskja at royna nakað annað enn tað vanliga, upplýsir Jákup Sverri Kass, sølu og marknaðardeildari hjá Atlantic Airways.
Tað er samstarv millum Atlantic Airways, Hotel Føroyar og upplivingarfyritøkuna Coast Zone North Atlantic, sum hevur havt við sær, at øll hesi 216 ferðafólkini eru komin higar. Og tað hendir enntá í januar mánaði, sum ikki vanliga er ein mánaður, har føroyingar merkja tað stóra til ferðafólk.
Meðan tey eru í Føroyum búgva tey á Hotel Føroyum har tey hava teirra árliga evnisdag. Í gjár vóru øll 216 á teambuilding ymsastaðni í Føroyum og upplivdu ráu føroysku náttúruna og tað veðrið, ið hartil hoyrir. Tey vórðu m.a. flutt á sjónum, í luftini og á jørðini.
Umframt tann fakliga og uppbyggjandi partin, so sleppa tey eisini at royna føroyskan mat og mentan, sum ikki kann upplivast aðrastaðni í verðini.