Fimti teinurin í Tour de France, sum varð súkklaður á einum 183 kilometrar langum strekki úr Gap til Privas í dag, fer ikki í søgubøkurnar sum hin mest hendingarríki, men tann væntaði hópspurturin gjørdist kortini áhugaverdur.
Tað hendi lítið og einki á sjálva teininum, har einki útbrot eydnaðist at koma avstað. Burtursæð frá síðuvindi og einum ferili av ótta nakrar kilometrar áðrenn mál, so varð súkklað við róligari ferð og feltið kom samlað ímóti málinum.
Team Sunweb koyrdi eitt sera gott tok fyri hollendska sprintara sín, Cees Bol, men við sjálva málstrikuna kom 25 ára gamla stjørnuskotið, belgiski Wout van Aert, við rúkandi ferð og fór fyrstur um málstrikuna.
Hetta var annan teinin á rað, at liðið Jumbo-Visma fór við sigrinum. Í gjár vann Primož Roglič. Wout van Aert er vanliga hjálpari, men hevði fingið fríar teymar í dag og takkaði so hjartaliga fyri álitið.
Oddurin í samlaðu kappingini er óbroyttur, men í kappingini um at vera besti spurtarin hevur Sam Bennett (Deceuninck - Quick Step) nú tikið grønu troyggjuna frá Peter Sagan (BORA - hansgrohe).
Sætti teinur í Tour de France verður í morgin. Tá verður talan um ein 191 kilometrar langan fjallatein úr Le Teil til Mont Aigoual.
Tour de France topp 5 - samlaða støðan eftir 5. tein
1. Julian Alaphilippe (Deceunick - Quick-Step) - 22:28:26
2. Adam Yates (Mitchelton - Scott) + 0:04
3. Primož Roglič (Team Jumbo-Visma) + 0:07
4. Tadej Pogacar (UAE-Team Emirates) + 0:11
5. Guillaume Martin (Cofidis) + 0:13