Tey seinastu árini eru fleiri kirkjur í Danmark latnar aftur, tí alt ov fá fólk komu í tær. Nakrar av kirkjunum eru seinni lýstar til sølu, og tað stendur ikki á at selja.
Søren Leth Pedersen hjá meklaravirkinum EDC í Aarhus sigur við danska kringvarpið, at tey hava selt tríggjar kirkjur í Aarhus tey seinastu árini.
-Vit hava havt nógvar áhugaverdar keyparar til kirkjurnar, sum vit hava selt. Eitt nú hava reklamuvirkir og diskotek víst áhuga, sigur hann.
Kirkjurnar hava stóran áhuga, tí vanliga standa tær væl fyri í lokalumhvørvinum, og vanliga eru parkeringsviðurskiftini góð. Søren Leth Pedersen sigur, at meklararnir hava sjálvandi virðing fyri teimum kenslum, sum kunnu gera seg galdandi, tá ein kirkja skal seljast.
-Men tá vit seta prís á eina kirkju, ganga vit eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri aðrar ognir, sigur hann við DR. Hann roknar við, at nógv fleiri kirkjur verða lýstar til sølu tey næstu árini.