Víkingur vitjar við Løkin í Runavík seinnapartin. Fyrsta bríkslið var klokkan 15. NSÍ hevur høgættarlotið undan í 1. hálvleiki.
Fyrstu tíggju minuttirnar er einki mál komið. Heimaliðið hevur havt bóltin meiri, og teir hava verið nærri við at fáa mál, men víkingar hava eisini verið framvið.
30.: Tað er framvegis málleyst við Løkin. NSÍ legði nógv bragdligari fyri, og heimaliðið er framvegis leikliga omaná, men síðstu løtuna hevur miðvøllurin hjá Víkingi verið stinnari, enn hann var fyrstu løtuna.
42.: 1-0: Karoly Potemkin við innaru síðuni og stutt úr málinum. Uppspælið var fínt, og fleiri spælarar vóru uppií: Bogi Løkin, Jann Ingi Petersen og Jan Martin Mortensen. Málið er avleiðing av, at heimaliðið hevur verið omaná.
Hálvleikur. Spælararnir eru farnir at hvíla seg, og eftir hvíldina verður tað Víkingur, sum fer at hava lotið undan.
60.: Støðan er framvegis 1-0 til NSÍ. Víkingur hevur verið væl meiri ágangandi eftir steðgin, enn talan var um í 1. hálvleiki. Lotið, sum Víkingur nú hevur undan, er frískari, enn tað var í 1. hálvleiki.
NSÍ hevur havt størsta møguleikan í 2. hálvleiki, men tað eydnaðist ikki Karoly Potemkin at fáa mál, eftir at væl upplagdi Jan Martin Mortensen hevði spælt hann leysan.
63.: 1-1. Málskjútti hjá Víkingi var Finnur Justinussen, sum var fyrstur á, eftir at hornasparksinnlegg frá Súna Olsen varð beint út frá, og bólturin síðani varð lagdur inn fyri aftur.
75.: Nú tað restar eitt korter, er støðan framvegis 1-1. Tað er stór ferð á spælinum, og spentar støður eru frammanfyri bæði málini. Eitt nú hava víkingarnir roynt seg við langskotum undan vindinum.
80.: Spenningurin er stórur. Báðir partar hava hug at leypa á fyri at fáa sigursmálið, men tað er framvegis javnt. Næst við at skora var Víkingur fyri løtu síðani eftir horna, men heimaliðið bjargaði mest sum á strikuni.
84. Eftir uppspæl í høgru er um reppið, at NSÍ leggur seg á odda, men skoti hjá innskifta Klæminti A. Olsen fór dygst framvið stólpanum.
Í næsta Víkinga sendi Finnur Justinussen langskot omanfyri tvørtræið og aftur í næsta álopi var tað innskifti Martin Olsen, sum var um at lyfta bóltin upp um NSÍ málverjan.
90.+: 1-2. Í yvirtíðini eydnaðist tað innskifta Martini Olsen eitt sindur til vinstru fyri málið at temja og smekka til flatt framvið NSÍ málverjanum.
Liðugt!
NSÍ-Víkingur 1-2 (1-0)
1-0: Karoly Potemkin 42.
1-1: Finnur Justinussen 62.
1-2: Martin Olsen 90.
Dómari: Eiler Rasmussen
NSÍ: Meinhard Joensen ? Jónhard Frederiksberg, Óli Hansen, Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen ? Jan Martin Mortensen (Klæmint A. Olsen, 76.), Bogi Løkin, Høgni Madsen, Jann Ingi Petersen (Jústinus R. Hansen, 81.), Hjalgrím Elttør ? Karoly Potemkin
Gult kort:
Víkingur: Geza Turi ? Sverri Jacobsen, Niclas Niclasen, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen ? Andreas Lava Olsen, Sam Jacobsen, Sølvi Vatnhamar (Símun Louis Jacobsen, 77.), Súni Olsen (Magnus Skoralíð, 89.), Hans Jørgen Djurhuus (Martin Olsen, 82.) ? Finnur Justinussen
Gult kort: Atli Gregersen