Nógvir eru mátarnir at fáa fólk at savnast. Men fólkini aftan fyri Gjáar Samkomuhús, hava sín serliga máta. Fyri at savna bygdarfólkið og gjáarfólk uttanfyri Gjógv, so hesi kunnu hitta hvønn annan,hevur nevndin fyri Gjáar Samkomuhús javnan skipað fyri eydnuhjóli í bygdarhúsinum. Eydnuhjólið er væl vitjað, og nógv fólk koma, eisini fólk sum ikki hava tilknýti til Gjógv.
Tað at hava eydnuhjól er ikki vanligt nú á døgum, nú alt er blivið so modernað við lotto,bingo, gekki og V4, men fólk koma langvegis frá fyri at uppliva ?tað gamla? við eydnuhjóli við Gjógv.
Bygdarhúsið verður leigað út til veitslur og til ferðafólk og tí er eitt sindur av sliti á húsinum, men tað verður hildið við líka alla tíðina, og onkrar umbyggingar eru gjørdar seinastu árini.
Nú sunnudagin 23. august er eydnuhjólið aftur í Gjáar Samkomuhúsi, so er bara at vóna, at fólk við tilknýti til Gjógv og onnur fara at royna eydnuna, siga fyrireikararnir.