Starvsfólk í BA arbeiða uttan løn

Leiðslan í British Airways vil hava starvsfólkini at sleppa einari mánaðarløn fyri at hjálpa felagnum Sambært BBc hava øll tey umleið 30.000 starvsfólkini hjá British Airways fingið eina áheitan frá leiðsluni um at arbeiða uttan løn. Tey kunnu so velja, um tey vilja sleppa einari vikuløn ella tveimum ella helst einari heilari mánaðarløn.

Willie Walsh, sum er aðalstjóri í BA, hevur sagt, at hann skal ikki hava nakra løn í næsta mánað. Sjálvur sigur hann, at tiltakið er neyðugt, skal flogfelagið yvirliva.

British Airways hevði meiri enn 400 milliónir pund í halli í 2008 orsakað av dýrum brennievni og øðrum útreiðslum.