Fyrst í oktober í 2025 varð farið undir høvuðsumvælingina av starvsfólkabygningninginum hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og byrjað varð við niðurtøkuarbeiðnum.
- Bygningurin er stórt sæð tømdur fyri øllum ikki berandi bygningslutum. Gólv, veggir og loft eru tikin burtur, umframt leiðingar, káplar og annað. Skorið er í betongveggir fyri nýggjum hurðaopum, og onnur hurðaop fylt út við betong.
Soleiðis siga tey á Facebook-vanganum hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
- Lendisgólvið er brekkað upp og burturbeint, umframt at grivið er væl niður í lendið. Síðan er drenað væl undir bygninginum. Nýggj kloakk er løgd, lendið er fylt upp og bjálvað, gólvhitarør eru løgd, og nýtt lendisgólv er stoypt.
Sagt verður, at nýggj skakt er stoypt til ein komandi elevator, sum kemur at betra um atkomuviðurskiftini og sambandið millum hæddirnar.
- Grivið er væl runt um bygningin. Skorið er fyri vindeygum og hurðum, og altanir eru tiknar niður. Kjallaraveggir og fundament eru bjálvað, og nýggjur lendisgarður er stoyptur framvið Víkavegi.
Tað næsta verður at stoypa betongkant á lendisgarðin, áðrenn farið verður undir at fyrireika kompletteringsarbeiðið, sum tað verður rópt. Bjálvingarskipan er komin at liggja á plássinum, og næst á skránni er at fyrireika útveggirnar.
- Vindeygarammur verða framleiddar og settar upp, og tekjan verður longd. Síðan verða útveggir bjálvaðir, nýggj vindeygu sett í, og bygningurin verður klæddur við timbri.
Á vanganum verður sagt, at hóast arbeiðið til tíðir kann tykjast nakað rokaligt, og bæði fólk til gongu og bilførarar merkja, at arbeiðsøkið ávirkar ferðsluna kring bygningin, er gleðiligt at síggja, hvussu verkætlanin stig fyri stig flytur seg fram.
- Um alt gongst eftir ætlan, verður arbeiðið liðugt í endanum av 2027. Tá fara starvsfólk og viðskiftafólk at fáa ein nútímans og væl innrættaðan bygning, sum kann skapa góðar karmar um bæði arbeiðsdag, trivnað og viðgerðir, verður lagt aftrat.
##med2##
##med3##













